Skip to main content

Leif, matlistamaður


Sunnudagin varð bókin Koks løgd fram í samnevndu matstovuni á Hotel Føroyum. Á myndini omanfyri sæst meistarakokkurin Leif Sørensen greiða høvundanum Bent Christensen frá um seksrættaðu matskránna, sum nú byrjar og endar við at øll fáa bókina signeraða í hondina. Eisini Linda, sum sæst til høgru.


Koks, sum er á føroyskum og enskum, er stór í vavi og telur 290 blaðsíður í sjáldsama vakrari permu. Bókin kann bæði sigast at verða matlistarlig, gastronomisk, og myndlistarlig, so góðar myndirnar úr føroysku náttúruni eru. Bókin tekur annars støði í arbeiðnum hjá Leif Sørensen í matstovuni Koks, tí heitið á bókini. Í orðum og myndum verða djúpt heimligu og samstundis avgjørt altjóða avrikini hjá Leifi lýst, tær skiftandi árstíðirnar, tær mongu heimligu rávørðurnar og ikki minst føroyska matmentanin. Serliga sjáldsama haldi eg lýsingina av grindadrápi verða. Eins og hann var tað undir framløguni, er danski høvundurin, sum annars er ein harðrendur kritikkari, týðuliga og djúpt rørdur av, hvussu grindamenn í Vestmanna fingu alt til høldar skjótt, effektivt og nossligt henda dagin grindadráp var. Og so kemur øll matgerðin. Hetta sama sjónarmið legði myndamaðurin, Claes Bech-Poulsen, fyri dagin. Hetta er fyrstu ferð, eg havi hoyrt útlendingar skoða grindadráp, sum tað tað er og einki annað: at fáa mat á borðið. Hesin tekstur, og ikki minst myndirnar í bókini, stuðla væl uppundir tey sjónarmið, sum Grindamannafelagið altíð hevur havt og teir mongu tekstir, sum Jóan Pauli Joensen hevur skrivað millum ár og dag, sum allir bera á sama bógv, at grindadráp hevur aldri snú seg um annað enn at fáa mat á borðið. Gamaní sær tað ógvusligt út, men tað ger alt dráp, bara vit síggja tað, fyri ikki um at tala, tá tað er í vatni ella á sjógvi. Og so eru tað børnini, sum luttaka í hesum ritual killings, sum størsta bretska skandaluavísin skrivaði fyri árum síðani. Men henda nýggja bók fer ein heilt myndaligan annan veg, sum far meg at hugsa um orðafellið at trúgv flytir fjøll. Her hevur verið so væl missionerað, at høvundur og myndamaður síggja viðurskiftini, sum tað tey eru og einki annað. Ektað og inniligt endurgevandi úr Føroyum og út til allan Heim. Mest hugtakandi myndin er hin svart hvíta á síðunum 264-265, har ein smádrongur telur tenninar á einum grindahvali eftir at drápið er av. Einki barbarí, einki blóð, bara drongurin og hvalurin á bryggjuni, har pápin helst er í nánd. Ektað og óloysiliga samantvunnið við náttúruna. Ja, alt er mitt í náttúruni. Akkurát sum restin av bókini, antin tað so er við Leif á haruveiði ella eftir náta. Summa staðni er tað næstan so, at ein far hug at syngja Kingo, so vakurt er føroyska spískamarið í optikkinum hjá Claes. Men skal eg fýlast á nakað, so eru tað stavirnir, ið eru eitt vet ov smáir fyri míni eygu. Bókin er tvímælt, á føroyskum og enskum, við teksti, sum danski Bent Christensen hevur skrivað og Jonhard Mikkelsen hevur týtt til føroyskt og Pól Guttesen til enskt. Claes Bech-Poulsen, sum er avmyndaður niðanfyri, hevur tikið meistarligum náttúrumyndirnar og av rættunum hjá Leif Sørensen og øðrum sjáldsomum uppsetingin, eitt nú Edward Fuglø frammanfyri egna málninginum við lundum í slipsi. Og so er tað stuttligu myndirnar av Leif og lærlingunum, sum leita eftir mati og kryddi í føroysku náttúruni. Ein upplagdur karmur til heimsins størstu bókamessu í Frankfurt í oktober. Kokkurin og hansara hjálparfólk, sum koma úr føroysku náttúrumyndini og borreiða in real Life fyri gestum, sum ganga fram við. Tað kundi verið heimsins flottasti básur; Leif. Hetta er eitt altjóða avrik, sum letur føroysku náttúruna og matstovur upp fyri ferðandi útlendingum, ið vilja upplivan ektaða náttúru, mat og mentan. Akkurát sum tá vit sjálvi fara í fremmand lond at uppliva okkurt nýtt og avbjóðandi. Við hesi bók eru Føroyar komnar eitt risafet longur fram á leiðini sum heimsins best fjaldi gimsteinur, sum ein útlendskur myndamaður tutlaði mær í oyra fyrr í ár. Eg eri farin at trúgva honum.



Niðanfyri eru fleiri myndir frá stórbæru bókaframløguni, sum var uttanfyri og á Hotel Føroyum sunnudagin.