Skip to main content

Mítt góða gamla ABC


Nám boðar í tíðindaskrivi frá, at farið er undir at fyrireika nýtt undirvísingartilfar í føroyskum til miðdeildina. Í hesum tilfari verður tilgongd til yrkingagreining, og hvør er betri at greina enn júst Alexandur Kristiansen og hansara beinrakna og stuttliga orðaspæl? - Vit hildu tó, at yrkingarnar skuldu eisini verða savnaðar í egið verk, og tí er "Kokkulárapi" givið út, sigur Nám.

Innihaldið í yrkingasavninum er fjølbroytt og vendir sær bæði til børn og vaksin. Alexandur hugleiðir millum annað um, hvør Guð man vera og um sítt gamla ABC. Vit lesa um Kúnna Vanessu og Hálvdan, eitt ævintýr í gummiskóm og Morgunfrúufrúur. At so Edward Fuglø hevur teknað til hvørja yrking, gevur eina framúr samanrenning millum listamenn í serflokki.



- Um tað er fyri at prika onkran ávísan, og ikki minst okkum í Námi, at Alexandur kallar eina yrking “Mítt góða gamla ABC”, skal verða ósagt, men beinrakið er tað í øllum førum. Ikki minst tá ið hugsað verður um, at stavseting í einum ávísum heimsatlasi hevur hildið lív í kjaki í samfull 25 ár, og ger tað enn í dag. Alexandur lýsir tað so væl í síðsta ørindinum í júst hesi somu yrking í nýggja savninum:

Og nú skal heilin minnast til at gloyma
hvørt q og x og z og dupult v,
Tí hesir stavir hoyra ikki heima
í mínum góða gamla abc.

Hetta er hugvekjandi lagið í yrkingasavninum, sum telur 29 yrkingar, og sum hvør hevur sína tekning frá Edwardi. Yrkingasavnið fæst til keyps í bókhandlunum kring landið og kostar 175,- krónur. Ein góð jólagáva!