Skip to main content

Nýggjársrøður


Fimta nýggjársrøða løgmans fór lættliga niðurvið ræsta nýggjársdøgurðanum. Røðan hjá Kaj Leo Holm Johannessen varð hildin í somu karmum sum undanfarin ár, tó uttan Mikinesi á vegginum, og ikki við faldaðum hondum framm á borðið í endanum. Tað var gott. Men í løtum var herðingin so væl vand, at tað tyktist, sum lurtaði tú eftir RagnarRokk heldur enn løgmanni og í fleiri setningum var so langt millum orð og verðuleika, at røðan oftast kendist innantóm. Meir er ikki at siga um tað. Uttan bara tað, at ársins politiski sambandssetningur varð borin fram á Facebook um jólini, ikki av løgmanni, men av sambandsvalevninum Justinusi Eidesgaard, sum segði soleiðis: - Mentanarpolitikkurin, sum vit umsita og sum snýr seg um smápengar í stóra høpinum, er so klossut handfarin, at sambandsflokkurin hevur fingið alla mentanina upp á nakkan!


Meðan heimligi politiski retorikkurin á Tingi neyvan hevur verið á lægri støði enn í ár, so hevur Margretha drotning altíð hepnast sjáldsama væl við nýggjársrøðum í sjónvarpinum. Í ár nam hon við rikisfelagsskapin, sum fyri norðan er tyngdur av fjarstøðu og túsundum av sjómílum, meðan sami felagsskapur blómar fyri sunnan:

- Vel ligger der tusindvis af sømil mellem Danmark, Grønland og Færøerne, men i Rigsfællesskabet kommer vor indbyrdes forbundethed og fælles historie til udtryk. Jeg og min familie har altid følt os nært knyttet til såvel Grønland som Færøerne. Med de ord sender jeg mine varmeste nytårsønsker og hilsener til alle i Grønland og til alle på Færøerne. Jeg vil også sende min varme nytårshilsen til det danske mindretal i Sydslesvig. Her er den danske ånd stadig i live. Den er forankret i gamle traditioner, men lever synligt også i nutiden. At danskheden får lov at blomstre syd for grænsen, ser jeg som et udtryk for venskab, respekt og godt naboskab mellem danskere og tyskere.

So lítil politiski framburðurin er her á landi, burdu vit antin verði ein donsk kommuna, ella ein staður sunnanfyri markið. Men hin vísa Margretha drotning umrøddi eisini onnur almenn viðurskifti, so sum børn og ung, og teirra framúr førleikar at samskifta á Facebook, sum tó eisini er eitt tvíeggjað svørð:

- De moderne kommunikationsmidler med internet og Facebook rummer fantastiske muligheder, men der er også farer forbundet med det. De meget unge kan blive så optaget af det, at de så at sige lever i cyberspace, at virkeligheden leves på anden hånd i et slags udstillingsvindue, hvor det mere gælder om at tage sig ud end om at være sig selv.

Og at enda bar Margretha drotning fram afturvendandi nýggársheilsanina, sum vit lata standa á skíggjanum, meðan øllum verður ynskt eitt gott nýggjár: