Skip to main content

Søgan sveik


Var til sangleikin Audition sunnukvøldið 18. november. Tað eru skúlanæmingar í Havn, sum við støði í tónleiki hjá Tróndi Bogasyni og teksti hjá Dániali Hoydal, hava framført henda effektfulla leikin, sum varir tríggjar tímar, fyri fullum Norðurlandahúsi frá 16. november til í gjár, 4. desember.
Og tá eg sigi framføra, so merkir tað alt frá pallsmíði og búnum til tónleik, dans og sjónleik. Framførslan, sum Annfinnur Heinesen stjórnar, er so framúr, at tú undrast og spyrt teg sjálvan, um heimliga fjøldin av ungfólki við góðum gávum, talentmassin, er endaleys. Showið er bara so framúr. Alt undir meistarligu hond Annfinns.
Undir kønu hond Jóannesar Gaard hava vit risastóra pallin, sum Tekniski Skúli í Havn hevur evnað til, eins og búnar og smyrsl. Handverkið duga tey, og ikki minst tónleikin frá Musikkskúlanum, sum Hans Pauli Tórgarð stjórnaði og so dansin, sum Vígdis Hentze Olsen stóð fyri. Meistarligt show. 
Av triðju røð helt eg tó, at stóra pallmyndin varð lítið ágangandi, tá tað galt livandi sjónvarpsmyndina á staðnum. Hon var bara at síggja ytst til høgru, longst frá har eg sat. So ágangandi, sum leikurin annars var við jøvnum larmi, og einum skakandi bumbubresti beint fyri steðgin, so kundi eg hugsað mær at sjónvarpsskíggin var nógv størri, og helst á fleiri flatum um allan horisontin, heldur enn bara á einum frímerki uppi til høgru. Miðlaði veruleikin er jú fremsta søgan í leikinum, sum eg skilji hann.
Ein evropeisk sangkapping, Audition, kanska ein Eurovision Song Contest, ella Global Battle of the Bands, er kjarnin í søguni, sum er hongd upp á klisjéina Evropasamveldið, og melur um rótleys ung har eysturi og vesturi í Evropa. Her eru so nógvir træðrir, at ilt er at halda skil á søguni og teim enn tynri træðrum, sum onkur heldur eiga at hanga uppií. Sum áskoðari fært tú ein afturvendandi trupulleika at skapa meining í øllum meldrinum, skal alt ikki bara svølgjast sum tað bera ovfarakæti hjá fittum skúlanæmingum.
Tá tú eina løtu fært fatur á einum tráði, er ein annar har og uppaftur fleiri, so tú gevst at finna logikkin í søguni og zoomar út, heilt út, har eingir kantar hómast. Tá verður leikurin ein flipputur tra-la-la leikur, berføttur, umleið tá Woodstock var tíðarbærur. Henda forniska tíðarmynd verður negld føst í mínum huga, tá eg tvær ferðir verði førdur inn á vesið hjá leikarunum, sum uttan forkláring skíta og koyra buksur upp og niður, eisini við hjálp frá hinum kyninum. Surrealistiska pallmyndin við vesikummum stavar úr filminum Le Fantôme de la liberté (Luis Buñuel 1974). Tvey ár undan hevði sami filmiski surrealistur, spanski Buñuel (1900-1983), gjørt filmin Le charme discret de la bourgeoisie (1972), har fólk ganga við berari reyv og tænastufólk verða brúkt sum kaffiborð, sum eisini sást aftur eina løtu í Audition. Queen sangurin Bohemian Rhapsody (1975) sæst nakrar ferðir aftur handan skíggjan, men hetta tykist sum ein kreativ bjargingarroynd hjá leikstjóranum og teim ungu at fáa sum frægast burturúr leysu søgubrotunum.
Hví fær Føroya dugnaligi ungdómur ikki betri tekst at arbeiða við?
Longu frumsýningarkvøldið skrivaði ein ummælari, at hetta var ársins uppliving við “sjáldsama væl skrivaðum teksti, tær løttu, fleirtýddu orðingarnar flúgva um pallin. Teksturin er góður, stuttligur og situr væl.” Men tá leikurin er av síggi eg, at ummælarin er sjálvur á takkarlistanum.
Framhaldandi kann vera spurt, um hetta var rætti staður at framføra henda leik, so ósamhangandi hann var sum søga. Sum áskoðari úr almenna rúminum, sum ikki er studentaskúlanæmingur, vil eg síggja ein leik á hægri stigi enn hetta í Norðurlandahúsinum. Hesin leikur flutti meg aftur til ta tíð, tá eg sjálvur gekk í Hoydølum og kom á Kostdeildina í 1975. Alt gott um ta tíðina, men tá framførdu tey ikki leikir í hølum, ið kundu javnmetast við hetta húsið. Hinvegin kann eg eisini grína, mest at mær sjálvum, tí eg kann síggja meg sjálvan í einum avoldaðum skúla, sum hóast hann vil øllum alt tað besta, ikki er ein dag yngri enn tá Queen góvu út A Night at the Opera. Men eg haldi ikki at tað var ætlanin. Næstu ferð má Studentaskúlin koma við eini nógv betri søgu.