8.12.12

Síging í vesturskini


Oyvør Dam Lassen, bókavørður í Námi og Karina Toftegaard, ritstjóri, í Námi í eysturskininum við Gomlurætt fríggjadagin. Undan jólaborðhaldinum henda sama dag fóru vit nøkur úr Námi um tveytíðina vesturum at síga, rapella, við Gomlurætt. Tá eg sigi vit, er mín partur bara at taka myndir. Hetta er tað nærmasta eg vágaði mær eggini.

Veðrið er av tí fagrasta, men tað er kalt, um frostmarkið. Karin, Oyvør og Trygvi á Reynatrøð, sum er skrivstovumaðurin Námi, hyggja út á Hestfjørð. Kavi hómast á fjallatindunum.
 
Umframt Karinu, Oyvør og Trygva, eru nú eisini Gunvá Magnussen, ritstjóri, og Magnus Tausen, stjóri í Námi, komin á Gomlurætt. Á næst myndini tykist sum um tey syngja Kingo innan tey fara í bjørgini. Hans Mikkelsen stendur á eggini og greiður frá um at rapella, og hvussu ymsu endarnir skulu brúkast, festast og loysast. Longst til vinstru eru Gundur Mortensen, ritstjóri, og Heni Nygaard, ráðgevi í Námi. Á triðu myndini, har sólin skínir á vøkru hárlitirnar, er Maria Heradóttir, ritstjóri, eisini komin við í hópin. 
 

Longst til høgru á fyrru myndini niðanfyri, greiðir Gundur frá um trygd og hvussu tú skalt spenna beltið um miðjuna og beinini. Og so eru stundir at seta hjálmin á høvdið. Á myndunum síggjast Gunvá, Karina, Oyvør og Trygvi.
 
 

Hans Mikkelsen greiðir síðan frá um, hvussu ein skal handfara reipini og ganga niður eftir berginum, ja um alt, sum hungur uppi í hugtakinum at rapella. Nú er klárt at hanga í leysum lofti í setandi sól.


Fyrstur at síga niður í Gomlurætt er Magnus, sum nú far nøkur formanandi orð frá Hansi. Útgerðin er lánt frá fyritøkuni Coast Zone, sum skipar fyri avbjóðandi tiltøkum kring landið.


Av bryggjuni, har Teistin leggur at, sæst hvussu høgt hetta manngjørda bergið er. Bergið er í tveimum og sigið verður bara í ovara partinum.

Karina er hin næsta at síga niður í Gomlurætt. Hon er bæði djørv og fimi, og gongur millum annað til kick-boxing. Á fyrru myndini leggja Gundur og Hans henni lag á. Sandoyarferjan sæst í baksýni.


Triða í røðini at hanga í leysum lofti yvir Gomlurætt er Oyvør. Tað eru eini 30 metrar niður á slætt.
 
Seinasti bjargamaðurin, eg fekk mynd av fríggjadagin, var Trygvi. Móti bilunum í baksýni sæst, hvussu høgt er. Onnur vóru eisini, sum rapellaðu í berginum, men tá havi eg verið burturfrá.

Og so er øll í Námi komin niður á slætt og Karina og Oyvør kunnu aftur posera fyri myndamanninum. Sólin er sett og bergið sæst aftanfyri til vinstru.