3.12.12

Sing Your Heart Out, Country Boy


Sing Your Heart Out, Country Boy kallast ein bók við nýggjum og gomlum tekstum av country og americana slagnum. Hendan myndin av Ragnari í Vík kundi verið perman á næstu útgávuni á bókini. Vit eru í fjósinum Dixie í Havnardali, har Johan á Plógv var vertur, tá Countryklubbin, alias Smápartafelagið Kúfóður, møttist til jólaborðahald leygardagin. Aftanfyri, í horninum til høgru, sæst Oddbjørn Vágslíð.

Sjálvt jólaborðhaldið var í hugnaligu og rúmligu Reiðstovuni uppiá. Men innan vit komu so langt, skuldu vit heilsa uppá rossini í ymsu boksunum í fjósinum niðriundir. Í túninum heilsar Heri upp á eitt teirra.
 
Johan greiðir frá um rossini í fjósinum, nøvn og hvør eigur. Sjálvur eigur hann Waylon, sum hann sýnir fram í boksini, ið enn er merkt Geronimo eftir einum eldri rossi, og ikki at gloyma indánarhøvdinganum. Fyri hundrað krónur hevur Heri, niðanfyri, keypt sær ein svartan indiánarajakka úr Kanada í endurnýtsluhandlinum Icthys, har ið Køkubúðin var fyrr. Nakað dýrari var kovboyjakkin, sum Sonhard Johannessen, longur niðri, hevur keypt í Grand Ole Opry í Nashville.


Innan farið varð til borðs uppiá, skuldu vit undir kønari leiðslu av Johan royna okkum við lasso, og vita hvussu eygamálið var og annars førleikin at kasta. Ikki sum á línubáti, men í einum jólafjósi í Havn. Fyrst síggja vit Johan á Plógv læra Oddbjørn Vágslið og Noel Joensen kasta lasso, og síðani síggja vit Sonhard og Noel in action í fjósinum Dixie, meðan Terje, Heri og Oddbjørn skoða avrikið.


Í Reiðstovuni uppiá er ein rúgva av bókum um ross, og hvussu ein samskiftir við hesi ferføttu djór. Á vegginum eru gullplátur og -kasettubond hjá Johan á Plógv. Tær taka allar støði í útgávum og sølutølum hjá stóru fyrimyndini Waylon Jennings. Sum sæst á eini mynd longur niðri hevur Johan tattoverað W, sum er eyðkennið hjá Waylon, á armin.

Oddbjørn Vágslíð hugleiðir um, hvussu Countryklubbin við teim mongu nøvnunum bleiv til fyri átjan árum síðani, og hvar vit hava hitst hesar átjan ferðirnar. Oftast í Havn, men eisini í Múla og á Viðareiði. Men í øðrum førum hava vit eisini møtast hjá Oddbjørn Vágslíð, eitt nú tá Bobby Bare vitjaði.


Í fjør vitjaði avstralski útvarpsmaðurin Toby Dyer í Føroyum og hesir fýra í countryklubbanum hittu hann heima hjá Peturi, meðan hinir tíanverri vóru burturstaddir. Toby Dyer vildi hava eina mynd av teimum fýra frá ársins jólaborðhaldi. Her er myndin, beint til Avstralia!


Noel Joensen hevur fingið sær teldil, iPad, og fyri fáar krónur keypt sær eina app, ikki ólík ProTools, so tónleikaupptøkur kunnu ljóðblandast á staðnum. Her skifta Noel, Hjalti Skaalum og Petur Rouch orð um teldlar og tøkni á netinum.


Innan ljóðtøknin og livandi tónleikurin sleppur framat, er enn ein fyrilestur av heiðini. Hesuferð um Kitty Wells, sum doyði 92 ára gomul í summar, og var hin seinasta countrystjørnan, sum hevði staðið á palli saman við Hank Williams. Oddbjørn hevði skrivað ein væl upplagdan fyrilestur um Kitty Wells, sum endaði á Trøllanesi. Á niðaru myndini sæst Petur Rouch við eini LP plátu og einum húsa í tíðarrøttum anda.


Eftir søguliga fyrilesturin um Kitty Wells var undirhaldandi spurnarkapping um Buck Owens, sum Heri Dam skipaði fyri. Vinningurin var nýggja bókin The Biography um Buck Owens. Eins og áður var tað Petur Rouch, ið smurdi allar av og vann kappingina.


Teir lurta áhugaðir, Birgir og Sonhard, sum Terje Sigurðsson hevur avmyndað við borðið, innan Petur fer at velja fimm tær bestu útgávurnar á heiðini í ár. Petur er vertur í vælumtóktu útvarpssendingini Rót og Rútma, sum í nærum eins mong ár og Countryklubbin hevur verið til, hevur bergtikið lurtarar leygarmorgnar klokkan ellivu.

Fimm tær bestu fløgurnar, sum eru komnar í ár, eru sambært Peturi Rouch hesar: 1) Will Banister Turn Back Time, 2) Audrey Auld Ressurection Moon, 3) Waylon Jennings Goin' Down Rockin' The Last Recordings, 4) Jamey Johnson Living for a Song og 5) Tim Culpepper Pourin' Whiskey on Pain. Her sæst Petur eftir lidna framløgu við teim fimm fløgunum framman fyri sær.
 
Eftir at tað er staðfest at Will Banister, sum fer at syngja saman við Evi Tausen í Thurso á páskum, eigur bestu útgávu í ár, blaða vit upp í stóru sangókini hjá Hank Williams. Og ja, hjá Buck Owens eisini. Í Reiðstovuni spæla Hjalti Skaalum og Ragnar í Vík á gittar, meðan Noel spælir munnhørpu, inann han aftur trívur í gittaran. Niðast er Sonhard avmyndaður undir lampuni í køkinum, meðan littu perurnar glampa í baksýni. Ein frálík jólaveitsla, sum vit longu nú gleða okkum til, tá hon verður hildin aftur um eitt ár. Gleðilig jól, countryvinir!