19.12.12

Jóanes skrivar søgu



Tíðindastovan Ritzau upplýsir, at eitt av heimsins størstu altjóða bókaforløgum, Random House, hevur skrivað rithøvundasáttmála við Jóanes Nielsen, um at geva út skaldsøguna Brahmadellarnir.

Skaldsøgan fekk Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2012 og er í uppskoti at fáa Norðurlendsku Bókmentavirðislønina 2013.

Jóanes Nielsen, sum verður 60 ár 5. apríl, skrivar søgu við hesum sáttmála, tí Random House er størsta forlag, sum nakar føroyskur høvundur hevur verið í sambandi við. Sjálvt William Heinesen er ikki givin út á so stórum forlagi uttanfyri Norðurlond. Í fyrsta umfari er talan um týska útgávu.

Mong ár eru liðin síðani føroyskar bókmentir kundu lesast á týskum. Nevnst kunnu tvær skaldsøgur: Ein Kind hier auf Erden (Jens Pauli Heinesen, Meysenburg-Verlag, 2002) og krimisøgan hjá Jógvani Iskasen Option Färöer (Grafit-Verlag, 2007).

Forlagið Random House hevur áður givið út norðurlendskar høvundar sum Lars Saabye-Christensen, Jakob Ejersbo og Sofi Oksanen.

Tá Jóanes Nielsen fekk Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 17. september 2012 varð m.a. sagt soleiðis:

Brahmadellarnir er ein postmodernað søgulig skaldsøga við nútíðini sum rammu. Gjølligt søguligt grundarlag gevur nútíðini kjølfestu. Tíð og rúm, veruleiki og fiktión, sjálvævisøga og tjóðarsøga eru fínliga vovin saman til eina avbjóðandi lesiuppliving, har kausaliteturin ikki fylgir tí skilvísi, vit eru von við. Á løttum, einskildum máli fær Jóanes lýst torskilda mannalyndið, eisini har tað víkur frá. Mannalagnur, sum eru fyri sosialum, samfelagsligum og kynsligum ágangi og vanbýti, verða lýstar bersøgið og rátt, men við listfrøðiligum snildum, sum geva skaldsøguni listaliga dygd. Søguliga skaldsøgan hevur í Brahmadellunum fingið nýggjan ham, har søgan skapar ta listfrøðiligu útsøgnina.

Jóanes Nielsen er í hesum døgum eisini aktuellur við yrkingasavninum Tapet millum øldir.

Myndirnar tók eg á bókamessuni í Göteborg 30. september 2012, tá Bodil Tingsby hevði væleydnaða samrøðu við Jóanes Nielsen um skaldsøguna Brahmadellarnir.