Skip to main content

Til lukku, Ragna og Trygvi!



Tað er ikki á hvørjum degi at man verður biðin um at taka brúdleypsmyndir. Men mikudagin 12.12.12. klokkan 12:12 gingu Ragna Hentze og starvsfelagin í Námi, Trygvi á Reynatrøð, í hjúnarlag heima hjá Onnu Dahl Hansen, presti, á Tinghúsvegnum.





Meðan lága sólin setti yvir Kirkjubøreyn, lukkaðist at fáa nakrar myndir, bæði inni hjá presti og úti í garðinum á horninum Tinghúsvegur Jarnstovugøta. Til lukku, øll fýra!