Skip to main content

Glottar eru


Eftir hørðu ákoyringarnar um manglandi list og kreativitet í dagstovnum og skúlum, bæði fólkaskúla og á miðnámi, fór eg at leita í myndasavninum at finna glottar, eins og teir, sum Dagur og Vika í gjárkvøldið vísti á í Hvalvíkar skúla. Og teir eru, glottarnir.


Hesar myndir eru tiknar í Listaskálanum um miðjan november 2012, har Íverksetarahúsið skipaði fyri skeiði, sum Nám bjóðaði lærarum til undir heitinum Listasavnið í innskúlingini. Tað vóru myndlistafólkini Oggi Lamhauge og Guðrið Poulsen, og stjórin Niels Ohrt, sum undirvístu í myndlist og hvussu myndlistin altíð kann brúkast í innskúlingini.




Endamálið við skeiðinum er at vísa á, hvussu eitt nú Listasavnið kann verða nýtt í sambandi við undirvísing í øllum lærugreinum í innskúlingini, tað veri seg føroyskum, kristni, støddfrøði ella heimstaðarlæru.



Hetta skeiðið var bæði ástøðiligt og ítøkiligt. Meðan framsýning hjá Hanna Bjartalíð var í næstu hølum, varð nomið við føroyska list, sum varð borin saman við evropeiska list, og ítøkiliga varð víst á, hvussu Listaskálin altíð kann verða brúktur í undirvísingini, umframt at lærararnir eisini sleppa at royna seg í listini, hands on. Jú, glottar eru.