9.1.13

Í bestu harutíð


Í bestu harutíð fekk eg høvi at taka myndir av Thomas Vinterberg og børnum á tokstøðini í Lübeck. Har hevði Thomas, sum er danskur leikstjóri, akkurát vunnið virðisløn fyri nýggja filmin Jagten. Meir um tað seinni.

Nú harutíðin er av, er kunngjørt nýtt áhugafelag fyri føroysk marknaðarfólk. Spennandi og viðkomandi við tílíkum felag í hesum døgum, nú prædikumenn hava avdúkað Helviti á jørð, beint nú, og við Bíbliuni sum ferðaleiðara - og verða meldaðir. Tað var ikki gamalt. Heldur ikki var tað gamalt at menn arbeiddu í barnagarði og einsamallir skiftu blæu. Tí skulu vit hava barnaváttan, reina revsiváttan og gjøgnumskygdar rútar allastaðni, har potentiellir harumenn eru í barnagarðinum. Einki er sum fyrr, hvørki patrónir ella bíbilsk náði.

- Hetta er komið út á eina grensu, har talan er um kriminalisering av fakfólki, sigur skilagóða forkvinnan í Pedagogfelagnum í Útvarpinum í dag.

Men hví er hetta kjak komið til Føroya? Og hvat er kjølfestið? Er nakað veruligt dømi beint nú um menn í Føroyum, sum av pedofilum ávum hava tiltuskað sær starv í barnagarði? Ella er tað bara tí at pedagogar í Havn hava verði á skeið í Danmark? Ella er tað kanska tí, at føroysk tíðindafólk bara lesar danskar miðlar?

Sum nýstovnaða felagið Føroysk Marknaðarfólk vísir á, er tað skilagott at fylgja við í nýggjum ráki, deila vitan og skapa faklig sambond. So sætt sum tað er sagt. Men til ber eisini at hyggja at heimasíðuni hjá Havnar Bio.

Har verður nýggi danski filmurin, sum eg nevndi í innganginum, Jagten, frumsýndur í annaðkvøld. Filmurin er um ein mann, Mads Mikkelsen, sum er fyri eini falskari ákæru um pedofili á stovninum, har annars bara kvinnur arbeiða. Danska marknaðarføringin av hesum filmi hevur verið so miðvís og sannførandi, at hon røkkur heilt til Føroya, dagin fyri frumsýningina. Til Grønlands røkkur hann ikki enn. Men tað skal so ikki liggja filminum til last.

Tað tilkemur ikki mær at siga, at miðlarnir og viðmerkjararnir skulu stilla pedofilisiktið av nýggjum. Men tey, sum í Føroyum í dag birta upp undir fremmanda kjakið, kundu til dømis melda seg inn í Felagið Føroysk Marknaðarfólk, og so fari í biograf at síggja Jagten.