26.1.13

Miðlaheiðurslønirnar 2012


Á samkomu í Felagnum Føroysk Miðlafólk í kvøld vórðu journalistisk avrik í undanfarna ári heiðrað í prentaðum og elektroniskum miðlum. Her eru úrslitini og grundgevingarnar hjá dómsnevndini:


Føroysk Miðlafólk hevur stovnað nýggju journalistisku virðislønina Winther-heiðurslønin.

Felagið sigur, at Winther-heiðurslønin verður latin journalisti ella journalisttoymi, sum við serliga dygdargóðum journalistiskum handverki miðvíst hevur viðgjørt og sett á breddan eitt týðandi samfelagsligt evni farna árið.

Dómsnevndin hevur verið í gjøgnum tilfarið. Nøkur evni vóru innstillaði beinleiðis til Winther-heiðurslønina, men nevndin tók í hesum førinum sær rættin at meta um alt innsenda tilfarið.

Allar virðislønirnar bera ein heiður í sær. Heiðurin fyri við journalistiskum handverki at lýsa viðkomandi viðurskifti, ið á serliga hátt hugtaka, øsa, røra og/ella upplýsa.

Kravið fyri at verða við er, at tilfarið hevur verið almannakunngjørt í einum føroyskum miðli.

Miðlarnir eru ikki nógvir, men í nærum øllum miðlum hevur tilfar verið, sum kundi liva upp til virðislønarkrøvini. Hinvegin var tað torførari at velja vinnararnar millum tey, sum vit tilnevndu.

Virðislønirnar Ársins pressumynd, Ársins innslag, Ársins grein, og Ársins sending eru knýttar til ávísar miðlar – pappír ella elektroniskar. Hesar virðislønir skulu eisini latast fyri eina einstaka framleiðslu.

Winther-heiðurslønin lyftir seg uppum slagi av miðlum og skal heldur ikki knýtast at einari einstakari framleiðslu – eini grein, einari sending ella einari mynd.

Her er høvi at hyggja breitt útyvir miðlalandslagið og meta um journalistiska dygd, áhaldni, miðvíst arbeiði og hvørji týðandi samfelaglig evni hava verið lýst farna árið.

Skoða vit aftureftir, so halda vit, at tað er trupult ella ógjørligt at peika á eina einstaka greinarøð ella sendirøð, sum hevur skarað framúr við serliga dygdargóðum journalistiskum handverki.

Nevndin heldur tó, at nógv týðandi samfelagslig evni hava verið sett á breddan í miðlunum seinasta árið. Og í fleiri førum hevur eisini verið arbeitt miðvíst og dygdargott.

Hyggja vit aftureftir síggja vit, at á redaksjónum hevur áhaldandi verið arbeitt við at seta týðandi samfelagslig evni á breddan. Vit síggja, at redaksjónir hava roynt at bitið seg fast í summi evni, tó at bitið ikki altíð hevur verið nóg fast.

Nevndin hevur tí valt, at fyrsta Winther-heiðurslønin verður latin eini redaksjón – einum toymi – fyri dygdargott journalistisk handverk í fleiri týðandi samfelagsligum evnum. Eini redaksjónin, sum hevur tikið evni upp, ið onnur helst vildu, vóru tagd burtur.

Eingin kann siga seg hava kritahvítan vegg aftanfyri seg, men royndin at halda veggin hvítan eigur eisini at lønast - og tað er tað, sum dómsnevndin eisini ger við Winther-heiðurlønini.

Allir miðlar hava trong fíggjarlig kor og freistandi og lætt er at slaka í journalistisku dygdini, men Winther-heiðurslønin verður latin eini redaksjón, sum ikki hevur slakað, men hildið journalistiska handverkið í hevd.

Hendan fyrsta Winther-heiðurslønin verður latin redaksjónini á Føroya elsta blaði: Dimmalætting.

Árni C. Joensen tók myndina av starvsfólkunum á Dimmalætting.






Ársins innslag var serstakliga viðkomandi í føroyska tíðindameldrinum farna árið. Innslagið nemur við eitt evni, sum fylti nógv í navnleysu hagtølunum, sum struku framvið. Ársins innslag er væl frásagt í orðum og myndum, har vit beinan vegin fanga støðuna í eygnabránum á høvuðspersóninum, uttan at støðan elvir til eitt negativt kensluspæl. Journalistiskt er álvarsliga evnið væl viðgjørt í hesum innslagnum. Vit fáa sett andlit og orð á søguna, sum hagtølini siga okkum, samstundis sum vit fáa frágreiðingina frá myndugleikanum um, at soleiðis er støðan nú einaferð. Vit fáa søguna hjá einum vanligum borgara, sum datt úr einum trygdarneti í samfelagnum - meskarnir gjørdist ov stórir. Virðisløn fyri Ársins innslag fáa Høgni Jacobsen og Bergljót Debes Hentze fyri innslagið Dottin úr ALS, sum var í Degi og Viku 29. mars 2012.

Ársins innslag var í kapping við trý onnur sjónvarpsinnsløg í Kringvarpi Føroya: Uppsjóvarvirkið á Tvøroyri, Carlsen familjan og Johan í Kollafirði í Fámará.



Ársins sending er undrunnarvert væl frágingin, tí hon viðger nakað, sum ikki er upplivað fyrr á henda hátt í einum føroyskum miðili. Sendingin setir sær fyri at lýsa eitt stórt og torført evni, og ger tað væl. Sendingin lýsir umstøðurnar hjá einum marginaliseraðum samfelagsbólki.

Sendingin gloppar hurðina ínn í ein heim, har vit vanliga ikki sleppa, og sum flestu okkara einki vita um. Somuleiðis lýsir sendingin væl, hvussu týdningarmikið tað er, at hesin marginaliseraði samfelagsbólkurin fær skjóta og rætta hjálp, tá óunnilig viðurskifti sníkja seg inn á tilveruna.
Inniliga, ektað og tó ósentimentalt sigur sendingin okkum frá, um teir kargu møguleikar, sum í hesum føri eru.

Vit fáa innlit í tankar og trupulleikar hjá teim raktu, har starvsfólkini gera sítt til at veita linna. Sendingin gevur góða mynd av aktuellu støðuni og avdúkar karmar innan eitt viðkvamt øki, sum ikki eru nær námindi nóg góðir.

Talan er um eina sending, sum bæði er væl uppbygd, væl filmað og væl framleidd. Sendingin heldur fast í hyggjaranum frá fyrsta til síðsta minutt, tá vit sleppa inn á stongdu deild at síggja føroysku psykiatriina her og nú.

Virðisløn fyri Ársins Sending 2012 fáa Heini í Skorini og Hans Petur Hansen fyri sjónvarpssendingina Eg vil ikki krógva tað, sum varð send í Kringvarpi Føroya 11. oktober 2012.

Ársins sending var í kapping við tríggjar aðrar sendingar: útvarpssendingina Geymin: Loyndu brekini, sjónvarpssendingina Streingir, ið tóna og sjónvarpssendingina Tá lívið gerst ov tungt.


Hann gav okkum í dómsnevndini høvuðbrýggj. Vit hildu tað vera eitt sindur problematiskt, at tríggjar av tilnevndu greinunum vóru skrivaðar av sama persóni. Har var tó einki at gera. Georg L. Petersen dugir sítt hondverk til lítar, og hann himprast ikki við, tá hann fær frænir av einari góðari tíðindasøgu.

Gjøgnum árini hevur Georg ferð aftan á ferð bitið seg fastan, tá okkurt ikki ruggar rætt í samfelagsliga týðandi viðurskiftum, og hann megnar við sikrari journalistiskari hond at halda fast, til síðsta punktum. 2012 var einki undantak.

Ársins grein er ein klassisk tíðindasøga við øllum tí, sum ein slík skal innihalda.

Vit høvdu væl kunnað hugsað okkum at hava verið flugur á vegginum hjá skúlastjóranum í Stranda Skúla, tá Georg ringdi og byrjaði at spyrja um broytingarnar, hann framdi á ársmetunum í kristni og ítrótti í 9. flokki farna summar.

Greinin varð byrjanin á eini tilgongd sum enn ikki er endað, men vit eru ikki í iva um, at Georg fer at fylgja málinum, til tað hendir.

Dómsnevndin hevur avgjørt at lata heiðurin fyri ársins bestu grein til Georg Lindenskov Petersen fyri greinina Stranda Skúli broytti ársmet eftir próvhandan og síðugreinarnar sum stóðu í Dimmalætting 10. desember.

Ársins grein var í kapping við tríggjar aðrar greinar: Lívið fór í knús (Dimmalætting), Sær nakar míni innaru sár (Sosialurin)  og Rendi á og stakk av (Dimmalætting).


Ársins pressumynd er í fyrsta føri vald, tí hon uttan óðviðkomandi ørindi stuðlar væl upp undir tekstin, sum hon er knýtt at. Pressumyndin sigur eina greiða søgu um tey viðurskifti, sum verða tikin fram í greinini. Samstundis er myndin so mikið góð, at hon eisini sigur eina sjálvstøðuga søgu um eitt samfelagsligt evni, sum alt árið hevur verið frammi í pressuni. Lesirætningurin í myndini varpar so greitt ljós á evnið, at vit á ein ikki sørt skemtiligan hátt beinanvegin síggja, hvør støðan er og hvat myndamaðurin vil siga. Myndatøknin er framúr og fangar allar smálutir, hóast eingin leflandi tøkni verður brúkt at seta støðuna í átuligt ljós. Gerandisstøðan tænir tekstinum. Myndin, sum ikki er stilla upp ella á nakran hátt tilgjørd, er svørt og hvít. Myndin lýsir brúkaraprísir, sum eru so høgir, at hyggjast má uppeftir. Virðisløn fyri Ársins Pressumynd fær Tróndur Dalsgarð fyri mynd til greinina Eitt afturstig at flyta heimaftur á blaðsíðu 56 í bókini Exit Føroyar (2012).

Ársins pressumynd var í kapping við tríggjar aðrar myndir: Seinasti sjómaðurin (Høgni Heinesen), Hondbóltsmynd (Bjartur Thomsen) og Heðin Mortensen (Høgni Heinesen).

Í dómsnevndini sótu Beinta Løwe Jacobsen, Kári Mikkelsen, Helgi Arntórsson, Øssur Winthereig og Birgir Kruse. Forkvinna í Felganum Føroysk Miðlafólk er Ingrid Bjarnastein. Hini í nevndini eru Jógvan Hugo Gardar, Katrin Petersen, Georg L. Petersen og Anna V. Ellingsgaard. Tiltakslimir eru Emil L. Jacobsen og Jógvan Jákupsson. Hetta er annað árið at Felagið Føroysk Miðlafólk letur Miðlaheiðurslønir, men fyrsta ferðin at Winther Heiðurslønin verður latin. Við henni fylgja 5000 krónur. Árni C. Joensen avmyndaði nevndina í Felagnum Føroysk Miðlafólk niðanfyri.