15.1.13

Tóroddur og Bjørn


Bjørn Kalsø, landstýrismaður við mentamálum, handaði í kvøld Tóroddi Poulsen Mentanarvirðisløn Landsins, sum er 150.000 krónur. Handanin fór fram í Spaniastovu í Klaksvík, har Turið Sigurðardóttir bar fram røðu um Tórodd. Eg avmyndaði teir báðar, Bjørn Kalsø og Tórodd Poulsen, á bókamessu í Göteborg í september í fjør, har teir eisini hittu Bertil Falk, sum stovnaði bókamessuna.



Niðanfyri er mynd av einum vælnøgdum og ikki sørt forherðaðum Tóroddi við prentinum Løgmaður í klønum tráð og bókini Avbyrgingar í Steinprenti í november.


Silja Strøm, myndlistakvinna, fekk Virðisløn til ungt listafólk, sum er 50.000 krónur. Silja er ættað úr Vestmanna og lesur og arbeiðir í Glasgow. Eftir handanin helt Nils Orth, savnsleiðari, ein fyrilestur. Næsti virðislønarmóttakari var Marianne Clausen, vísusavnari, sum hevur lagt seg eftir at savna Kingo- og kvæðaløg. Zakarias Wang segði nøkur orð um virksemi hennara. Sømdargávur landsins, frá og við í ár og restina av lívinum, fara til Guðrið Poulsen leirlistakvinnu, sum eg avmyndaði í Dugna í heyst, Ebbu Hentze, rithøvundur og týðari, sum eg avmyndaði saman við Fríðu Matras Brekku á Heystframsýningini 2010 og Hanus G. Johannesen, sangari, sum eg avmyndaði í Gallerí Focus.



Í dómsnevndini, sum lata virðislønirnar, sita Martin Næs og Armgarð Weihe úr Mentamálaráðnum og Inger Smærup, Oddfríður M Rasmussen og Agnar Lamhauge fyri Listasambandið LISA. Tiltakið varð útvarpað í eini heldur stirvnari sending.