10.1.13

Tríggir norðurlendskir filmar í uppskoti


Í dag varð kunngjørt hvørjir filmar og hvørji filmsfólk eru í uppskoti at fáa Oscarvirðislønir, sum á 85. sinni verða latnar í ár. Tveir norðurlendskir filmar eru við í kappingini at gerast besti útlendski spælifilmur. Teir eru norski Kon-Tiki, sum Joachim Rønning og Espen Sandberg hava leikstjórnað, og hin danski En kongelig affære, sum Nicolaj Arcel hevur leikstjórnað. Svenski heimildarfilmurin Searching for Sugarman (Malik Bendjelloul) er skotin upp at verða besti altjóða heimildarfilmur í spælifilmslongd. Tveir teir síðstu hava longu verið vístir í Havnar Bio og 4. apríl vísa tey Kon-Tiki. Fleiri aðrir áhugaverdir filmar hava verið í heimliga biografinum, og fleiri eru ávegis, fyrst og fremst Lincoln hjá stóra amerikanska filmpedagoginum Steven Spielberg, sum í tólv førum er skotin upp, og sum eg vænti fær fleiri enn ein Oscar. Og so er tað Django Unchained hjá harðskapsestetikaranum Quentin Tarantino, sum í fimm førum er skotin upp, men sum eg giti ongan Oscar fær í ár, tí fólk tykjast so troytt av harðskapi á filmi, at hin fremsti í somáta, Batmanfilmurin, Dark Knight Rises, er slettis ikki skotin upp at fáa nakað sum helst í ár. Eg havi sæð teir norðurlendsku filmarnar og vænti at amerikanska dómsnevndin fer at lata Kon-Tiki ein Oscar, tí søgan er so sára einføld og vit síggja nógvar naknar menn í nógvar dagar. Høvuðsleiklutin sum Thor Heyerdahl hevur Pål Sverre Valheim Hagen, sum vit kenna úr Buzz Aldrin, sum varð tikin í Føroyum. Tá eg avmyndaði Pål, niðanfyri, vildi hann hava at vita, um vit høvdu funnið olju í Føroyum. Sjálvur er hann úr norska oljubýnum Stavanger. Men leggur dómsnevndini seg á ein meiri vitbornan bógv, so verður tað Amour hjá eysturríkska Michael Haneke, sum vinnur í hesum bólki. Oscarvirðislønarhandani byrjar sunnudagin 24. februar og heldur á til langt út á náttina.