1.2.13

Appilsingult


Formur og litir floyma úr opinum, tá eg lati vetrartungu dyrnar upp í Stephansenshúsi á Kongabrúnni í Havn. Gulir og reyðir, abstraktir og sterkir. Formur og litir, sum skapa myndir. Tríni innar og perspektivið skjýtist, hvat er fremst, hvat er aftast. Fólk í málningum, fólk í ljósi, fólk á gólvi. Ljósið er baðað í litum, sum eg tríni inn í. Er tað eitt eygað, ella eri eg eitt eygað. Hansina stillar ljósið og fólk ganga framvið, skifta orð, inn og út av málningunum.


Sum eitt ekkó úr Sankta Frans filminum í Havnar Bio í 1972, skrivar Tóroddur Poulsen í myndaskránni um tey bæði, systir mána og bróðir sól:

mánin
át eina
sitrón
og fór
upp

sólin
át eina
appilsin
og fór
níður

(Tóroddur Poulsen)


Í myndaskránni skrivar Inger Smærup Sørensen: Á einum lørifti myndast ein djúpt appilsingulur flati, eitt hvítt ovalkent skap, eitt myrkaviolett amorf runt skap og eitt ljóst turkis ógreiniligt, skínandi skap. Fýra myndalutir, hvørs viðurskifti við hvønn annan eru ógreinandi. Mørkini av skapunum og tyngdin er ólýsandi, rúmið er óskilborið og ikki ber til hjá eyganum at avgera, hvat er forgrund og hvat er bakgrund.


Myrkavioletta skapið tykist ta einu løtuna at renna seg inn í dýpið á myndini fyri eina aðra løtu at renna seg úteftir. Skapið er dynamiskt. Umhvarvið á turkislitta skapinum er óklárt og óavmarkað, men tykist meira eins og ein spreinging ella bjart spenningsfult ljós. Hvíti ovalurin er bæði tómrúm og fylla og hann er í grundini ikki ein oval ella matematisk elipsa, eins og heldur einki annað í myndini er stýrt av geometriskum reglum ella bundið av fysiskum lógum. Appilsinguli flatin, sum randar hinar myndaliðirnar er bæði stabilur og óstabilur, hann er bæði aktivur og passivur. Hann er sín egni, nakað sjálvstøðugt, skilt frá, individuelt. Tí myndin er sítt egna óhefta univers, sítt egna kompleksa mál, sín egna totala heild, sum ikki er bundin av nøkrum øðrum enn skapi og litum.


Hansina Iversen arbeiðir nonfigurativt og granskar tað abstrakta, tað ógreiniliga og tað sum ber seg undan føstum skapi í síni list. Myndirnar eru eitt slag av kanningum av eginleikunum hjá skøpum og møguleikunum hjá litum, men eisini hvussu litir og skøp og teirra viðurskifti ávirka áskoðaran, bæði kropsliga og andaliga. Tí tað snýr seg ikki bara um formligar eygleiðingar av tí, sum er sjónligt. Myndin er um somu tíð fysisk og metafysisk. Listakvinnan arbeiðir við at finna fram til litir, sum eru stýrdir av instinkti og grundkenslum og til skøp ella frumskøp, sum merkjast í kroppinum og ávirka okkum likamliga. Men hon arbeiðir eisini við undran, við yvirsansaligum kreftum og við spurningum um heimsins veru og veruleikans substans og struktur og ikki minst um tilveruna hjá myndini sjálvari.


Appilsinguli liturin er strokin á løriftið í mongum tunnum løgum, turt lag oman á turt lag. Hetta gevur litinum eina megi, ein reinleika og eina dýpd, og tað er eins og hvørt tað einasta eitt av hesum appilsingulu løgunum rúma bæði tað fysiska og tað metafysiska, bæði tað introverta, sum er sær sjálvum nóg mikið og tað ekstroverta, sum vendir sær móti áskoðaranum og setur heiminum spurningar. Sum um myndin um somu tíð er tað stýrda og tað tilvildarliga, tað tilvitaða og ótilvitaða, tað dynamiska og tað statiska, tað rationella og tað irrationella, vit og kensla, kroppur og ond.


Appilsingult er heitið á framsýning hjá Hansinu Iversen (f.1966), sum við lívgandi litum lat upp í dag í Stephansenshúsi á Kongabrúnni í Havn. Framsýning er opin allar dagar kl 16-18 til sunnudagin 24. februar.