22.2.13

Ásmundur Poulsen Photo


Hetta er hvørki Rock Hudson ella Bryan Ferry, men Eiðismaðurin og fotografurin Ásmundur Poulsen (1931-2007), sum í dag hevði fyllt 82 ár. Við tráðútloysara og vatni í hárinum hevur hann sjálvur tikið myndina heima á Lützenstrøð í Havn. Dótturin, Kinna Poulsen, sum sæst í baksýni, lat í dag framsýningina upp í Steinprenti við 38 fotomyndum, sum pápin hevur tikið og framkallað. Tí er hetta ein unikk fotoframsýning, sum umframt fotolist eisini dokumenterar samtíðina, sum fleiri Eiðismenn vóru møttir at skoða. Alfred, beiggi Ásmund, er nummar tvey frá vinstru á myndini niðanfyri.





Ásmundur Poulsen var Eiðismaður í Havn. Hann bygdi hús uppi á
Lützenstrøð saman við konuni, Esther, sum eisini er av Eiði. Ásmundur fotograferaði í meir enn hálva øld, fyrst sum áhugafotografur, meðan hann, eins og aðrir Eiðismenn, arbeiddi á Telefonstøðini, men síðani gjørdist foto hansara yrki burturav. Verfaðirin var Jóhn í Djónastovu (1887-1970), sum er avmyndaður niðanfyri. Á niðaru myndini eru abbadótturin Maria og langabbadótturin Ditte avmyndaðar við somu portrettmynd, sum Ásmundur Poulsen tók.



Hópur av fólki møtti tá framsýningin lat upp í dag. Kinna segði í upplatingarrøðu, at "Ásmundur gav út postkort við myndum av føroyskari náttúru og gav eisini út eina røð av myndabókum Føroyar í myndum. Myndevnisliga fevnir framsýningin um landsløg, býarløg og um portrettmyndir, sum avmynda ymisk kend fólk, bæði livandi og deyð; t.d. listafólk sum Hans Hansen og William Heinesen, Frimod Joensen, men eisini aðrar persónligheitir sum t.d. John Dam, Lisa Heinesen, Oskar Hermansen, Olaf í Garði og Sonne Smith. Eisini tey kongaligu eru sloppin upp í part í nøkrum óvanligum, til tíðir humoristiskum lýsingum." Her er Sonne avmyndaður á framsýningini við 40 ára gamla portrettmynd, har fokus er á slips og flippu í Grateful Dead stíli, meðan tríggir veitsluproppar síggjast fremst fyri.


Kinna vísti á, at pápin hevði dokumenterað sína samtíð og gjørt sær sera stóran ómak við fotomyndunum, sum í fleiri førum eru merktar av óvanligum nærlagni í kompositión og skuggaárini og stílsliga. Teirra fagurfrøðiliga mál kundi mint um Hollywood filmar frá fýrati- og fimtiárunum, fokuserað verður á ein ella fáar figurar í atmosferiska myndarúminum, har smálutir og heild í myndini samskifta og mynda eina samanhangandi heild. Myndin av AUTO hevur júst hetta serstaka film noir huglagið av eini einsligari býarnátt.




Summar av portrettmyndunum tulka persónsmenskuna hjá teimum portretteraðu, hetta sæst t.d. í einari vakrari mynd av Eiðismanninum Olivar á Mýruni, niðanfyri, har linjurnar í húsunum í bakgrundini ganga á skák av linjunum í tí portretteraða andlitinum við tí úrsliti, at portrettmyndin tykist óvanliga dynamisk. Andlitið er gjørt eitt sindur kámt og hetta hevur við sær, at eyguni tykjast enn meira klár og gløggskygd sum skoða tey framvið og síggja okkurt, sum áskoðarin ikki sær.


Portrettmyndin av undangongumanninum, skiparanum og reiðaranum John Dam, sum doyði í 2002, andar av ríkari samtíð, ikki langt frá donsku Spies og Bøje Nielsen, sum vit tá lósu um í útlendskum bløðum. Eitt meistarligt samtíðarportrett.


Framsýningin Ásmundur Poulsen Photo verður at síggja í Steinprenti á Skálatrøð í Havn til 22. mars. Eftir hetta er ætlanin at fáa framsýningina til Eiðis. Og nú er myrkt uttanfyri, har nýggja Suðuroyarferjan, Norrøna, kastar ljós heilt inn í nýggja mentanarkrókin undir Skeivapakkhúsi í Havn. Takk fyri hugvekjandi uppliving.