Skip to main content

Hvat er longsta orð í Bíbliuni?


Í kvøld vísir Havnar Bio nýggja heimildarfilmin Ekspeditionen til verdens ende (Daniel Dencik 2013), har leikstjórin, omanfyri, hevur sett granskarar og listafólk umborð á eina trímastraða skonnart upp eftir Eysturgrønlendsku strondini at kanna lív og søgu við egnum brillum. Leisktjórin, sum er føddur í 1972, er eisini rithøvundur og aktuellur við bókini Via katastroferne - en nekrolog (Gyldendal 2012). Bókin telur 60 blaðsíður, er uttan punktum og komma. Ein langyrkingabók. Og tá eg lesi Politikken, sum hevur skotið upp at henda bók skal fáa Politikens Litteraturpris 2012, síggi eg, at sama blað hevur funnið longtsta orð í donsku Bíbliuni. Tað er, løgið nokk, í samrøðu við Daniel Dencik um langyrkingabókina og heimildarfilmin, sum verður frumsýndur í danska kongaríkinum í kvøld. Í samrøðuni, har Daniel verður lýstur sum eitt fyribrigdi mitt millum John Mogensen og Hásongin, verður víst á longsta danska Bíbliuorðið, sum er Ikke-Fundet-Barmhjertighed:


Forvitin fór eg at leita eftir sama føroyska Bíbliuorðið og fann hesar báðar snópisliga stuttu variantar í kirkjubíbliuni og brøðrabíbliuni:



Og so spyrji eg enn forvitnari: Veit nakar at siga mær longsta føroyska Bíbliuorð? Framman undan tøkk!