17.2.13

Nordic Cool 2013


Í nýggjastu útgávuni av The Faroese Podcast, tosar Matthew Workman, omanfyri, við Guðrið Højgaard um føroysku luttøkuna á stóru framsýningini Nordic Cool, sum er í The Kennedy Centre í Washington D.C. í døgunum 19. februar til 17. mars 2013. Eitt katalog, ið telur 54 síður, er gjørt til framsýningina og kann nú lesast á netinum. Tróndur Patursson og teir um 90 fuglarnir úr glasi eru umrøddir í framsýningarpartinum undir heitinum “Migration”, Eivør og Yggdrasil verða nevnd í tónleikapartinum og Hanus Kamban í bókmenta- og kjakpartinum. Burtursæð frá Yggdrasil, er tíanverri eingin føroysk mynd at síggja í tí snøgga og greiða kataloginum, har finska lýsingafyritøkan Mokoro & Moi hevur gjørt búmerkið, sum sæst á permuni og heimasíðuni. Richard Peña, sum hevur verið í Føroyum á filmstevnu, hevur sett saman eina rættuliga óvanliga norðurlendska filmskrá frá “Körkarlen” hjá Victor Sjöström frá 1921 til spildurnýggjar eksperimenterandi og virðisløntar filmar, sum “Teddy Bear” hjá Mads Mathiesen frá 2012.