27.2.13

Nýtt sýni


Í kvøld læt Nils Ohrt upp nýggja framsýning í Listasavninum. Ikki tí, nýggj er hon ikki, men tikin úr gamla savninum, og so hongd upp á ein nýggjan hátt, ein nýggj uppheinging, sum tey siga á snedigum savnsmáli.



Leiðslan í Listasavni Føroya sigur, at nýggja uppheinging meira enn áður tekur søguna upp í sýningina. Frágreiðandi tekstir eru í trimum førum settir við verkini á føroyskum, donskum og enskum og fleiri tílíkir tekstir fara at koma, sigur Nils. Av somu orsøk hava tey nevnt upplatingina Væl byrjað, við einum spurnartekni í endanum. - Um tað er so, kunnu bara gestir okkara gera av, sigur Savnið, lítillátið, í innbjóðingini til tiltakið, har Åse Bømler Olsen borðreiddi við leskiligari leyksúpan.


Í nýggju deildini á Listasavninum verða eyðkend føroysk myndevni hjá Sámal Joensen-Mikines og hansara eftirmonnum, so sum bygdin, strondin, fjallið, havið og gerandisdagurin. Úttrykkið er oftast í tí ekspressionismu, sum hevur vunnið sær hevd sum nakað serstakt í føroyskari list, sigur Savnið, og leggur afturat, at seinnu árini hevur annað og strangari lag gjørt vart við seg, men eisini skemt og sjálvspei er sett á dagskrá.


Niðanfyri síggjast teir tríggir tekstirnir, sum greiða frá um Mikines, føroyska myndlist síðani 1930 og um Ruth Smith á føroyskum, donskum og enskum.




Kann verða at teksturin vinnur við tíðini, men nú eg sá hann í kvøld, helt eg, at hann var eitt vet ov lítið ágangandi. Kundi ynskt mær tekst og grafikk við meir go og meira cutting edge, sum tey siga á nútíðar føroyskum. Ella eitt sindur meira rough, fyri at siga tað beint fram.

- Seinastu tíggjuáraskeiðini hava ung listafólk vent siðbundna listevnaheiminum bakið og tveitt seg út í nýggjan, altjóða heim, har kroppurin tykist vera snúningspunktið í einum heimi, sum ilt er at fáa skil á. Eru hetta Exit Føroyar, spyrja tey í Listasavninum. Hesin parturin av savninum verður sýndur fram í eldra framsýningarhølinum frá 1970. Úttrykk og innihald eru opin, og rúmið eisini. Her síggjast verk hjá Hanna Bjartalíð, Anniku á Lofti, Rannvá Kunoy og Hjørdis Haack.


Onnur spennandi verk í eldra framsýningarhølinum eru eftir Rannvá Mortensen, Anker Mortensen og Tórodd Poulsen.




Nýggja deildin á Listasavninum, Savnshúsini, varð tikin í nýtslu í 1993. Men norðurendin á húsunum, tann eldri Listaskálin, ið Listafelag Føroya læt byggja og J.P. Gregoriussen teknaði, varð tikin í nýtslu í 1970. Listasavn Føroya, sum er sjálvsognarstovnur, varð settur á stovn í 1989. Nevndin, sum setir savnsleiðaran, er mannað við umboði fyri Føroya Landsstýri, Listafelag Føroya, felagnum Føroysk Myndlistafólk og Tórshavnar Kommunu. Niðanfyri síggjast Tróndur Patursson, sum júst er komin úr Washington, og Gunnar Hoydal frammfyri listaverki hjá Jónu Rasmussen.