23.2.13

Snið og ósnið í Havn


Várið kemur fyrr og fyrr. Fólk hava sæð tjøldur um alt landið, hóast fleiri vikur eru til Grækarismessu. Einki er sum fyrr. Í miðbýnum síggjast nýggir viklar, sum omanfyri, úr Perludurinum yvir á Sjómansheimið, og nýggj teknisk inntrív í tey vakrastu hús, sum til dømis Reinsaríið, niðanfyri, ið listinlærdir arkitektar hava bjargað undan miðbýaroyðileggilsi, men so hevur okkurt vælútbúgvið tekniskt høvd kloynt eitt apparát, ella tvey, upp á veggin, Guð viti til hvat. So bara í eina miðbýarskotinum síggjast ikki minni enn tveir Mitsubishivarðar fyri ósnið í Havn.

Longur úti, í nýggja mentanarkrókinum í Havn, sýnir Jórun Høgnesen fram stólar og leysakast í ull við føroyskum liti og mynstri. Handilskvinnan sigur, at Jórun er av Norðoyri og er útbúgvin á University of Brighton nettupp í 3D sniðgávu. Hyggasíggj. Enn ein hugvekjandi uppliving í hølunum hjá Öström á Skálatrøð mitt í Havn. Eg fari beint at biðja hana lata mín stól í eina myrkamóreyða troyggju við silvurknappum. Ein ólavsøkustólur alt árið. Tað er 3D sum vil nakað.
 


Og soleiðis sær tað út, tá teilendsk bløð skriva um verkið Steinar, føroyskt leysakast, sum er klætt í ull við føroykum mynstri. Spennandi!