Skip to main content

So stinga vit fingurin í jørðina...


Í dagsins Sosiali er ein lakonisk viðmerking til prátið í Eygleiðingini í morgunsendingini í Útvarpinum í gjár. Sosialurin vil vera við at tey trý, sum tosaðu í sendingini, søgdu, at eingin myndamaður er á Sosialinum. Tað er ein lodrøtt lygn. Eg nevndi hann sjálvur við navni, Álvur Haraldsen, og rósti honum og Dáva Winther eisini. Hvussu Sosialurin lurtar er mær ein gáta. Men her er øll sendingin. Gravið so. Í lakoniska Sosialstubbanum á síðu tvey, sum fyri ársskiftið var hugvekjandi hvassur og stuttligur, men nú bara eitt súrt rop, verður sagt við herðandi kursiv, at øll mugu stinga fingurin í jørðina og ikki droyma dreymar, tí fíggjarligi veruleikin setir síni mørk. Júst so. Á myndini omanfyri síggja vit, hvat journalistiskt hegni sama redaktión leggur í hesi belærandi orðini. Aftanfyri miðlaetiska Sosialstubban sæst til høgru ein grein við mynd í Politiken og til vinstru er týddi teksturin og stolna myndin hjá professionellum myndamanni, sum í hvussu er ikki er í starvi á Sosalinum og als ikki verður krediteraður. Tað er kanska tað, sum Sosialurin meinar við at stinga fingurin í jørðina...vit grava víðari. Við fremstafingri.