Skip to main content

Edward í Focus

Í dag læt Edward Fuglø (f.1965) upp listaframsýning í Galerie Focus hjá Marionnu Norðoy úti í Lambagerði í Havn. Sýnd verða fram trettan verk, har eina verkið, ið sæst omanfyri og ber heitið Warning, er í fýra pørtum. - Gulu tríkantarnir eru settir inn í ovala eggskapið, náttúran móti menniskjanum, ein ávaring, sum hvør einstakur kann taka til sín, millum dálking og reinleika, men nú segði eg longu ov nógv, sigur Edward, lítillátin, framman fyri málningunum, sum hann spakførur dregur aftaná sær úr Klaksvík og út í heim.
 

Fyri mesta partin er framsýningin gjørd til hølini hjá Marionnu. Men her eru eisini nøkur litografi við eyðkendu fuglunum, sum Edward gjørdi til eina framsýning í Vence í Suður­frak­landi, har hann var í fimm vikur. Fyrsta dagin fer Edward til Kina og Japan at sýna fram. Úti í heimi dáma teim væl súmbolikkin í myndunum hjá Edwardi.



Nýtt tema hjá Edwardi er Myndaputl, har hann leitar aftur til gomlu putlispølini við 9 fløtum brikkum, sum kundu flytast aftur og fram, til alt varð rætt. Brikkarnir, sum her eru fastir, eru úr mannakroppinum. Retro stílurin verður lyftur fram við einum plastiskum stroki.

Framsýningin er opin frá kl 15 til 18, týsdag til fríggjadag, og leygardagar kl 16 til 18. Opið er til 27. mars. Næsta framsýning í Gallerie Focus er við Jónu Rasmussen og Guðrið Poulsen í døgunum 5. - 18. apríl.