Skip to main content

Estetiskar loysnir á Tvøroyri



Omanfyri er útsiktin av søguliga seglihúsloftinum hjá T.F. Thomsen á Tvøroyri. Og niðanfyri síggjast hølini uttan, soleiðis sum tey eru endurgivin á heimasíðuni hjá Thomsen og teimum.

Í gjár varnaðist eg at ein býráðslimur á Tvøroyri, Malla Dam, skrivar um støðuna har í býnum, sum býráðsformaðurin, Kristin Michelsen, kallar nýggja Klaksvíksstríðið. Í drúgvu greinini gevur býráðslimurin, Malla, eitt estetiskt boð uppá, hvussu støðan kann bjargast, soleiðis at báðir partar, gamalt og nýtt, kunnu liva lið um lið, sum yvirskriftin í greinini sigur. Loysnin er at:
"Fasadan á frystigoymsluni kundi verið myndprýdd ella málað sum neystatekjur, sum vit hava sæð aðrastaðni í landinum, og kundi eisini skapa lívd og býarrúm fyri hugnaligum bryggjudansi, regattum, jóansøkutiltøkum og øðrum trivnaðarskapandi virksemi."
Hetta var ein óvæntað pragmatisk og ikki sørt skemtilig vend at geva málinum.

Eitt sindur paff, fór eg at leita í blogginum eftir Thomsen á Tvøroyri. Jú, fyrst í junimánað í 2008 var eg í handilshølunum hjá T.F. Thomsen og tók myndirnar omanfyri og niðanfyri, og skrivaði undir yvirskriftini Ein perla á Tvøroyri soleiðis fyri fimm árum síðani á bloggin:

Tá skipanin við kongaligum einahandili varð løgd niður í 1856, vórðu handlar settir á stovn úti um landið. Einoygda sambandið við umheimin flutti seg úr fátæksligu Havnini til bygdir, ið løgdu lunnar undir nýggja blómandi vinnu, fyrst og fremst við saltfiski. Ella klippfisk, sum tað stendur skrivað á seglhúsloftinum hjá Thomas Frederik Thomsen á Tvøroyri.

Eins og hin fyrsti Kruse, kom hann úr Danmark. Thomsen úr Keypmannahavn og Jens Jørgen Kruse (1837-1912) úr Snogebæk á Bornholm. Jens Jørgen var skipari á forsýningsskipinum hjá Kongaliga einahandlinum og fór at reka handil á Eiði, sum einkjan, Amalie, dóttur hin skiparan á sama skipi, førdi víðari. Seinn fekk handilin sjáldsama navnið J.J. Kruses Enkes Efterfølger, sum Sverre Patursson skrivar um í bókini Fra Færøernes næringsveie i tekst og billeder med historisk oversigt í 1918. Sjóvinnubankin endurprentaði bókina í 1982. Helst hava teir kenst, Thomsen á Tvøroyri og Kruse á Eiði.

Handilshúsini hjá Thomsen eru latin upp fyri almenninginum, so nútíðin kann fáa innlit í tátíðina. Á staðnum og í natúrliga umhvørvinum við bryggjuna. Eitt kapitul í Føroya søgu, sum aldri er fest á blað. Ein hugtakandi partur við stoltum skipum og blómandi vinnulívi, men eisini oyðandi brennivíni og reystmæltum prædikumonnum. Men ikki minst - fjarløgdum katólskum londum og býum sum Bilbao og Sao Paulo.

Í bókum, sum liggja frammi í pubbini, kunnu vit lesa úr brævaskifti hjá T. F. Thomsen við eina konu úr Dali, sum á vari 1904 sendir gentur suður á Tvøroyri at arbeiða í fiski. Sjálv kemur hon suður í mars.

Eitt hugtakandi, autentiskt brot úr Føroya søgu, ið er so nærverandi sum einki annað eg havi sæð her í landinum.

Í krambúðini er pubbin við stórskermi til EM-fótbólt. Í umvældu grannahúsinum, Segllofts- og Bakaríbygninginum, kann line-dance við Onnu Kirstin Thomsen bíleggjast í stóru høllini, sum er í tveimum. Í erva er Seglloftið við øllum teim katólsku avtakarlondunum málaði á veggin. Í Pakkhúsi 4 er ungdómurin sloppin inn. Her eru elektrisk ljóðføri og billiard í kjallaranum.

Aðrir bygningar eru Pakkhús 5 og 18, og so Gestastovan. Upplýst verður á heimasíðuni hjá T. F. Thomsen, at hesir bygningar, saman við fiskaplássinum, eru allir friðaðir, og verða í løtuni umvældir og gjørdir klárir til annað virksemi. Hetta er ein perla hjá forvitna ferðafólkinum.

Eftir góðan lesnað frá hond T. F. Thomsens og ein góðan skonk úr pubbini, er passandi við einum gongutúri inn í viðarlundina, innast í Trongisvági. Har er hugnaligt grillpláss og eitt sjáldsamt suttutræ, har foreldur hanga sutturnar, so skjótt børnini gevast at brúka tær, sutturnar.

(8. juni 2008)