Skip to main content

Filmur í Løgtinginum


Í dag, kvinnudagin, klokkan 9:30, er filmur á skránni í Føroya Løgtingi. Tað er Føroya einasti mentapolitikari, Gunvør Balle, sum á øðrum sinni reisir málið um ein filmsgrunn. Omanfyri sæst hon í práti við Anton Petersen um film og filmsgerð í Føroyum. Og eg veit, at alt filmsumhvørvið í Føroyum fylgir við hesum máli.

Tó, mentamál eru tunga lyfta í einingi og enn tyngri í andstøðu. Vit vita frammanundan, hvat sagt hevur verið um øll skilagóð mál í Føroyum, sum einaferð vóru fólkavaldar, heilt av Tvøroyri og norður á Tinghúsvegin: "Samgongan arbeiðir við málinum!"

Meðan vit forfard og í passivari fjarstøðu bara kunnu eygleiða fólkaræðisligu skeiklingina hjá núverandi samgongu, kunnu vit fegnast so mikið meir um dagsins uppskot hjá Gunvør Balle um filmsgrunn, sum er so ljóðandi:

Løgtingsmál nr. 92/2012: Uppskot til samtyktar um at stovna Filmsgrunn. Uppskot til samtyktar: Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um at
stovna Filmsgrunn.

Viðmerkingar: Endamálið við hesum uppskoti er at tryggja betri kor fyri føroyska filmslist. Filmslistin hevur einastu árini av álvara tikið seg upp sum ein vaksandi listagrein í Føroyum. Í fjør vórðu tvey av okkara ungu gávuríku filmslistafólkum heiðrað við peningagávu fyri teirra avrik á hesum øki, og vit vita, at fleiri føroyingar eru undir útbúgving innan filmslist. Eingin ivi er um, at vit her hava eina listagrein, sum hevur góðar møguleikar at røkka út í heim og gerast enn ein týdningarmikil táttur í okkara mentanarlívi. Ein fortreyt fyri, at henda listagrein kann fáa fótin fyri seg, er tó, at møguleiki er fyri at søkja stuðul til filmsgerð.

Filmsgerð er kostnaðarmikil listagrein, og neyðugt er, at landið í eini byrjanartíð setir í minsta lagi 500.000 kr. av til filmslist um árið. Upphæddin eigur at vaksa stigvíst eftir nærri ásettum lykli. Sjálvt ein so avmarkað upphædd hevði gjørt nógvan mun og hevði latið upp fyri møguleikanum, at fáa atgongd til stuðul úr útlendskum grunnum. Úrslitið fer uttan iva at síggjast aftur í fleiri nýggjum føroyskum filmsframleiðslum.

Tað sømir seg ikki, at landið onga stuðulsjáttan hevur til filmslist, tá hugsað verður um týdningin av hesi listagrein, og tá vit síggja, hvussu nógvir ungir føroyingar hava vilja og evnini at gera seg galdandi innan filmslist.

Norðurlandahúsið og Filmsverkstovan Klippfisk hava í felag stovnað ein filmsgrunn, sum hevur til endamáls at stuðla nýggjum føroyskum filmsverkætlanum. Grunnurin hevur eina játtan á kr. 200.000,- um árið, sum er latin av Norðurlandahúsinum. Hesin stuðul hevur víst seg at gera stóran mun og ger tað møguligt at søkja stuðul úr útlondum.

Harumframt stuðlar Tórshavnar Kommuna Klippfisk í sínum dagliga virksemi. Sostatt hava aðrir partar langt síðan sæð stóra tørvin á at skipa stuðulsmøguleikar fyri at menna filmslistina, tað vantar bert, at landið tekur ábyrgd av hesum partinum av listini eisini.

Á Løgtingi, tann 28. februar 2013
Gunvør Balle
løgtingskvinna