Skip to main content

Fylking neyðug?

Í 1973 kom út ein varði í føroyskari tónleikasøgu. Tað var singleplátan "Nei til EEC", sum øðrumegin hevði sangin Fylking neyðug og hinumegin Kapitalurin. Tað er á hesi plátu, at vit hoyra ein fyrrverandi fiskasølustjóra sláa á trummu - móti EEC!


Um tvey ár verður Føroya elsta arbeiðsmannafelag, Enigheden frá 1915, sum í 1932 skifti navn til Fylking, hundrað ár. Arbeiðsmannafelagið hevur sambært nummarleitaranum enn adressu í Valarabrekkuni, har sosialdemokratiska javnaðarvøggan stóð.



Seinastu fáu dagarnar hava vit verið vitni til, at á Tvøroyri verður fólkaræðið stigbent í støðugt nýggjar ættir. Fyrsta er, at kapitalurin vil sleppa at byggja út í loyndum. Næsta er, at ein lógligur, skilagóður og fakliga konstruktivur kærari verður hongdur út av myndugleikanum. “Nú vita vit, hvør kærarin er” sigur lokali myndugleikin um hann. Borgarstjórin, sum bara væntaði sær eina nøs, verður flogin heim úr útlondum í leiguflogafari at fundast við Varðan, tá støðan er greið. Hvør var rokningin, og hvør rindaði? Í dag sigur ein løgtingslimur, ættaður av sama stað, at hann talar fyri, at Varðans gudsmenn sleppa at bróta landsins lógir, tí teir skulu byggja út. Orsøkin er, sigur landspolitikarin, at tey, sum í dag mótmæla lógloysi, søgdu einki, tá Pubbin varð tikin í brúk. Millum snapsarnar syngja tey kanska um vøgguna, sóleygað og heita, lokala blóðið. Men úti um landið er ein fólkaræðisligur svullur um at breiða seg. Fylking er neyðugari enn nakrantíð.