Skip to main content

LeikREAD á Tjóðpallinum



15. og 16. mars bjóðar Leikarafelag Føroya til fyrsta READING festival á Tjóðpallinum. Í hesum sambandi skriva fyrireikararnir, Gunnvá Zachariasen og Kjartan Hansen, soleiðis í innbjóðandi tíðindaskrivi:

Meðan dagarnir í 2013 gerast ljósari, fær nýggjur norðurlendskur READING-festivalur lív í hjartanum í Tórshavn. Festivalurin ber heitið LeikREAD og er úrslit av einum norðurlendskum samtaki, sum Leikarafelagið ger saman við grannalondum okkara.

Fimm nýskrivað leikrit úr Norðurlondum eru vald út, týdd til føroyskt og verða pallsett sum Reading á Tjóðpalli Føroya vikuskiftið 15. og 16. mars 2013. Setanin er fríggjakvøldið kl 19:30 og skráin fyri leikritini er henda:

Eingin møtir onkrum eftir Peter Asmussen (DK) fríggjakvøldið kl 20:00. Leikstjórn: Simon Boberg (DK). Leikarar: Páll Danielsen og Annika Johannessen

Høsnarungarnir eftir Bragi Ólafsson (IS) fríggjakvøldið kl 21:30. Leikstjórn Leiv Arne Kjøllmoen (NO). Leikarar: Eyðun Johannesen, Súsanna Tórgarð, Erling Eysturoy, Hjálmar Dam, Durita Dahl Andreasen, Adelborg Linklett

Mira fer framvið eftir Martina Montelius (S) leygarkvøldið kl 20:00. Leikstjórn: Martina Montelius (S). Leikarar: Jákup Dahl, Nicolaj Falck, Kristina Sundar Hansen, Mariann Hansen, Hans Tórgarð, Ria Tórgarð

Megan eftir Tumas Timonen (FI) leygarkvøldið kl 21:30. Leikstjórn: Elin á Rógvi. Leikarar: Beinta Clothier, Durita Dahl Andreasen, Bárður Persson, Marita Dalsgaard, Hjálmar Dam

Eg hvørvi eftir Arne Lygre (NO) leygarkvøldið kl 23:00. Leikstjórn: Leiv Arne Kjøllmoen (NO). Leikarar: Annika Hoydal, Birita Mohr, Sofía Nolsøe

Staged reading, sum er ein pallsett leikritalesing, er ein framførsluháttur innan leiklist, har leikritið er í fokus. Venjingartíðin er stutt og ferðin høg. Ein leikritalesing gevur áskoðaranum uppá stutta tíð eina greiða mynd av, hvat eitt leikrit snýr seg um. Til LeikREAD er talan er um 5 spildurnýggj norðurlendsk leikrit - fimm brellbitar frá tí besta norðurlendska samtíðardramatikkinum.

Hvør leikritalesing varir umleið 45 minuttir og fleiri enn 30 leiklistafólk eru knýtt at LeikREAD. Hetta verður ein løtt og annarleiðis sjónleikauppliving og Leikarafelagið hevur gjørt seg út við einum sterkum liði av sjónleikaraum herheima og úti í heimi. Millum onnur kunnu síggjast Annika Hoydal, Annika Johannessen, Birita Mohr, Eyðun Johannessen, Adelborg Linklett, Hans Tórgarð, Ria Tórgarð, Súsanna Tórgarð, Bárður Persson, Sofía M. Nolsøe, Marita Dalsgaard, Hjálmar Dam, Durita Dahl Andreasen, Nikolaj Falck, Páll Danielsen, bert fyri at nevna nøkur. Tiltakið er ókeypis, men avmarkað atgongd er til hvørja framførslu. Bíleggi tískil pláss í góðari tíð á leikread@gmail.com, siga Kjartan og Gunnvá, sum bjóða vælkomin til LeikREAD 2013!

Myndirnar av Tjóðpallinum tók eg í 2009, tá Havnin fylti hundrað sum fólkavald kommuna. Í kavanum niðanfyri sæst dregilin við búmerkinum, sum Ole Wich teknaði.