Skip to main content

Per Arnoldi á Boðanesheiminum


Í morgun byrjaði danski listamaðurin Per Arnoldi (f.1941) at heingja 42 listaverk upp á Boðanesheiminum í Havn. Í gulum, bláum og reyðum við vertikalum og horisontalum linjum er savnandi heitið á dekoratiónini Færøsk fantasi, sigur Per Arnoldi og pakkar út nøkur verk, meðan búfólk og starvsfólk viðmerkja og hjálpa til. Úr køkinum angar av kókaðum fiski, og ein urga hoyrist afturvið sálmasanginum hjá Hera presti, sum hevur savnað fólk til andakt í felagshøllini, har Bárður Jákupsson hevur prýtt veggirnar. Á gongini rættir Gunvør Peri ein gulan klút og myndlistarligi funktionaliteturin verður vendur og snaraður. - Tú ert tann fyrsta at síggja hetta, so eg vil hoyra tína meining, sigur Per og turkar við gulum eftir bláum og reyðum.




Per Arnoldi tekur tummastokkin fram, mátar og doserar. Tey størru og myrkaru verkini hanga her úti móti Nólsoyarfirði, sum í gjár hevði eitt so hugtakandi ljós og skýformatiónir heilt niður í havið, sigur livandi listamaðurin, sum enn er sprækin. - Gulu myndirnar hava meira pang og eru smærri, sigur hann og pakkar út á eini millumgongd longur inn, har húsavørðarnir bíða.




Í løtuni arbeiðir Per Arnoldi við uppskoti til dekoratión av einum rokkpalli, The Hydro, sum í september letur upp fyri 12.000 fólkum í Glasgow. Meðan hann er í Føroyum bíðar hann spentur um hann fær uppgávuna. Í meðan kunnu vit fegnast um, at arkitektoniski bygningurin, Boðanesheimið, er so vakur, at nú fer hann at seta krøv til lendið, húsini uttanum og ikki minst bilarnar, sum verða settir soleiðis hissini í túninum og klos í dyrnar. Vakurleiki forpliktar.