27.3.13

Skírhósdagur


Í morgin er skírhósdagur. Við støði í ferðaætlanini hjá Strandferðsluni verður kjakast á Facebook, um tað eitir skírisdagur, skírishósdagur, skertisdagur, sjertisdagur, ella skertórsdagur. Ikki tí, øll hesi boð eru til skjals í gomlum bókum og skjølum kring landið. Men í nýggjastu kristnibókini, Kristni 5, sum Nám hevur givið út, verður bygt á orðabókina hjá Orðabókagrunninum. Í hesi almennu orðabókini, sum allir skúlar brúka umvegis Snar og Sprotan, er einasta heiti fyri dagin í morgin skírhósdagur:


Av somu orsøk hava høvundur, ritstjórar og rættlesarar hildið seg til hetta eina heitið: skírhósdagur. Í kapitlinum Páskavikan verður greitt frá um allar dagar í vikuni. Ingi Sørensen, kavari og kendur úr sjónvarpssendingunum Fólksins Rødd, hevur tikið permumyndina á nýggju kristnibókini til fimta flokk. Høvundur er Jón Magnus Joensen lærari og kirkjuorganistur. Næsta bókin frá hansara hond, Kristni 6, kemur í summar.