Skip to main content

Søren Ulrik Thomsen

 

Í dag las danski yrkjarin Søren Ulrik Thomsen úr egnum verkum í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Tað var himmalskt. Teksturin, stevið, røddin og nýyrðini, ið smakka - ja, av orðum. Orð og aftur orð. Størsti tilbiðjari av gyltum orðum er Søren Ulrik Thomsen. Í hansara umhvørvi smakka orðini væl, hvussu tey so verða vend og snarað, jarða og grivin upp aftur, sum í Hjemfalden (1991), eitt margtýtt heiti, sum eisini kann verða úr kirkjugarðinum og sipa til gamla grøv, ið aftur verður kirkjugarðsogn.





Søren Ulrik Thomsen er føddur í Kalundborg í 1956 og kom fram við yrkingasavninum City Slang í 1981, tá so nógv spennandi hendi í donskum skaldskapi og rokktónleiki á móðurmálinum, at danska Móðurmálslærarafelagið, Dansklærerforeningin, mátti grípa í egnan barm og geva út Vinyllyrik (1984). Søren Ulrik er ein av teim heilt fáu donskum yrkjarum, sum í nýggjari tíð hava fínkað, fagurgjørt, yrkingina og lyft yrkingasøvn fram í ljósið og ikki minst um handilsdiskarnar. Nýggjasta útgávan, Rystet spejl (2011), man vera mest selda yrkingasavn í Danmark í nýggjari tíð. Stuttligur er hann eisini. Tað kemur best til sjóndar á egnu heimasíðuni Oktober Boulevard, har hann skrivar sjálvævisøgu og annað mangt av lívsins gøtum.



Orsøkin til vitjanina og upplesturin hjá Søren Ulrik Thomsen er, at Steinprent gevur út tvær bøkur í nýggju røðini, sum fyrstu ferð sá dagsins ljós, tá Villvísi hjá Tóroddi Poulsen kom út við upprunagrafiskum steinprentum eftir Bjarne Werner Sørensen. Tær báðar nýggju bøkurnar eru Lille Dæmonologi og Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie. Tekstirnir eru eftir Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen, omanfyri, hevur gjørt listarligu grafisku prentini.