Skip to main content

Várjavndøgur er her


Í dag sigur álmanakkin várjavndøgur. Tað er dagurin um várið, tá vit eru mitt ímillum stytsta og longsta dag. Sunnudagin er pálmasunnudagur og stillavika, dymbildagavikan, sum er vikan fyri páskir, byrjar. Hon endar leygardagin reyða, sum er páskaaftan, dagin fyri páskadag. Mangt er at halda skil á í álmanakkanum hesa ársins tíð, skal alt ganga upp. Tað heldur sólin ivaleyst eisini. Í dag er frostur í túninum, runnarnir spretta í skotunum og sólin, sum kastar døkkar skuggar, skínur av háum himni.


Á bakkanum stendur reyði vitin, sum Fyr- og Vagervæsenet lat lýsa í Famará til 1984. Nú stendur hann sløktur á frysta bakkanum við ellisheimi og hvítnandi tindum í baksýni.


Men tað er at lata várportrið upp og stíga út í náttúruna, millum kulda og deyða, hita og lív, meðan skrokkurin á hjalshurðini sær runnarnar spretta fagurtgrønar millum veggjanna.




Nú gerast dagarnir bara ljósari, til tað aftur fer at ganga hinvegin. Vit lata lívgandi morgunstrálurnar standa á kalda steininum á felagsøkinum eina løtu.