Skip to main content

Altjóða Bókadagur


Í dag er altjóða bókadagur, World Book and Copyright Day, sum ásettur av ST stovninum UNESCO í 1995. Teirra heimasíða er rímiligvís á ymsum málum, og á ensku síðuni kunnu vit lesa dagsins bókaheilsan frá bulgarsku Irinu Bokova, sum er tíggjundi UNESCO-stjórin:
All forms of books make a valuable contribution to education and the dissemination of culture and information. The diversity of books and editorial content is a source of enrichment that we must support through appropriate public policies and protect from uniformity.
Meðan Fjalir, Føroya vakrasta bók, hjá Tóroddi Poulsen liggur og brettir seg út yvir sofaborðið heima, spekkar sær, sum Idé Møblar siga, so eru bara grønlendskar landalærubøkur, ella landalærubøkur um Grønland, á arbeiðsborðinum í morgun. Tað sæst omanfyri. Góðan bókadag!