Skip to main content

Boston, trælir og American Tune


Tað var, sum vaknaði eg umborð á San Salvatore, trælaskipinum hjá Hans Kirk, í morgun. Av dekkinum hoyrdust tey syngja Lít allar tínar leiðir, men tað var við fylgispælinum hjá Paul Simon í American Tune. Tí tey sungu um pílagrímarnar, sum í 1620 fóru yvir um hav, og komu til Nýggja heimin við skipinum Mayflower, tá Evropa gjørdist ov trongt. Tey komu úr Leiden og Rembrandt vildi ikki við. Men tey lendu í øllum góðum við Plymouth Rock, sunnan fyri Boston, har elsta marathonrenning enn verður hildin. Eisini í gjár. Gamaní trongdu niðursetufólkini upprunafólkið burtur, indiánarnar, men tey medvirkaðu í at gróðurseta tað frælsið, sum í hvussu er hvíta Amerika byggir á í dag, ikki minst við Thanksgiving Day, sum Abraham Lincoln (1809-1865) gjørdi til siðvenju. Men bíða nú, svarti Malcolm X (1925-1965) sigur, at tey hvítu lendu yvirhøvur ikki við Plymouth Rock, men at kletturin, Plymouth Rock, hann lendi beint á teim svørtu. Kaboom. Symbolskt hava indiánarar tvær ferðir grivið Plymouth Rock, sum var tað ein jarðarferð. Og í gjár var Tax day í Amerika og øll skuldu svara hvørjum sítt. Samstundis eru tjúgu ár síðani hópdrápini í Waco, Texas, og í hesum døgum fyri átjan árum síðani sprongdi Timothy McVeigh (1968-2001) ein heilan bygning í Oklahoma. Kanska letur ljósa árstíðin upp fyri ótamdum vilja at gera ilt, tí frælsi er so ringt at umsita? Enn veit eingin. Havi sjálvur verið í friðsæla og klassiska býnum Boston. Kanska skal eg gera tað aftur í ár. Cape Cod, Plymouth Rock, Boston og so inn í landið. So, meðan vit hyggja inn í okkum sjálvi og spyrja, hvør brast bumbuna í Boston, vil eg biðja tykkum, ið lesa, klikkja á hesa slóð, har Paul Simon flytir okkum burt í annan heim, yvir um hav. Smooth sailing!