Skip to main content

Fjalir hjá Tóroddi


Fríggjadagin klokkan 16 leggur Tóroddur Poulsen fram nýggja yrkingasavnið Fjalir í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Savnið, sum forlagið í Støplum gevir út, fevnir um 33 yrkingar, ið eru settar við síðuna av 33 træprentum, sum eru gjørd í Steinprenti seinastu fýra árini. Dømi síggjast ovast og niðast. Í bókini, sum er í stórum broti, er eisini ein hugleiðing um mynd- og orðlistina hjá Tóroddi, sum Kinna Poulsen hevur skrivað. Niðanfyri er Tóroddur avmyndaður í Steinprenti, tá Myndaódnin lat upp í november í fjør.

















Tóroddur Poulsen er høvuðsevnið í várútgávuni av amerikanska bókmentatíðaritinum, The Bitter Oleander Press, sum júst er komið út, og fyrr í ár gjørdi Bjørn Kalsø, landstýrismaður við mentamálum, av, at Tóroddur skuldi fáa Mentanarvirðisløn Landsins.


Tóroddur er altíð í gongd, skrivar og prentar. Næsta ár verða 30 ár síðani fyrsta yrkingasavnið Botnfall kom út. Omanfyri fær hann landstýrismannin við mentamálum, Bjørn Kalsø, at seta knyklar í brýr, og niðanfyri lesur hann úr svensku týðingini Utsikt á bókastevnu í Göteborg í september í fjør.