Skip to main content

Frá Botnfalli til vakrastu bók



Útvið 30 ár eftir at hann gav fyrsta yrkingasavnið, Botnfall, út á egnum forlagið, legði Tóroddur Poulsen í dag fram vakrastu føroysku bókina eg minnist meg at hava sæð, Fjalir, við 33 yrkingum og eins nógvum træprentum. Framløgan var í Norðurlandahúsinum.



Tað er forlagið í Støplum, sum gevur út mynd- og orðlistasavnið Fjalir. John Dalsgarð hevur lagt til rættis og Gramar stóðu fyri prentgerðini, ið fór fram á prentsmiðjuni Oddi í Íslandi.


Jan Andersson, sum er leiðari á grafiska verkstaðnum Steinprenti, har Tóroddur hevur gjørt træprentini, sum eru í Fjalabókini, greiddi frá um samstarvið teirra millum øll hesi árini. Jan greiddi frá at fyrstu ferð teir møttust, var á grafiska verkstaðnum, sum Jan hevði í Hjørring. Síðani eru 300 verk komin burtur samstarvinum, segði ein fegin Jan og gav Kinnu Poulsen orðið.


Kinna Poulsen hevur skrivað spennandi tekstin um fjøllistamannin Tórodd Poulsen í Fjalabókini, har hon hugleiðir undir yvirskriftin Tá tað dryppar niður í einkisins svongu pøs. Kinna læs eitt brot úr tekstinum.



So fór ein vælupplagdur Tóroddur upp á gólvið at lesa úr nýggja savninum. Jú, stóra bókin lá væl í hondunum, segði hann og siteraði helst Marius Johannessen. Eftir góða upplesturin signeraði høvundurin keyptu bøkurnar við Norðurlandahúsgluggan í hvassari seturssól.


Men aftanfyri upplesaran hevði eg fingið eygað á eina grøn-brúna grafiska mynd niðri á Klingrugólvinum við áskrftini Tað er her at orðini koma inn í myndina. Eg keyptina hana uppá standandi fót. Til listaverkið hoyrir henda yrking:

Vøgguvísa

møðin
hesin gamli
rustaði
bussurin
er troyttur av
at vera eg

lættari
hevði at verið
ein bátur

rikið avstað
við streyminum
vaggað oman á aldunum
komið í havsneyð
og farið úthvíldur
til botns


Og so er at rinda. Erla hevur kassan frammi, ein reyðklassiskur Oxo bótakassi úr Bretska kongsveldinum. Ein frálík bókaframløga í frálíkum hølum og ljósi.