Skip to main content

Gerandisfilmur í Havnar Bio: Stories We Tell


Havnar Bio er við í røðini DOXBIO, sum eru heimildarfilmar í biograflongd. Fleiri enn hálvthundrað biografar í danska ríkinum, íroknað Føroyar og Grønland, eru við í DOXBIO. Í annaðkvøld, mikukvøldið 3. apríl kl 20:00, sýna allir biografarnir, eisini Havnar Bio, enn ein nýggjan heimildarfilm. Tað er kanadiski Stories We Tell. Søgur, sum vit siga. Og tað skal takast fyri áljóðandi. Hetta eru søgur, sum fólk í sama húski, ella somu familju, siga um húskið og næstrafólkini. Hvør frá sínum sjónarmiðið. Stories We Tell. Danski filmsummælarin Per Jul Carlsen, sum fyrr plagdi at skriva í Levende Billeder, sigur at hetta er ein filmur, sum hann sjálvur kundi gjørt. Og tað meinar hann ikki negativt, men avgjørt positivt. Ein søga um at siga somu søgur innan sama karm, men við hvør sínum sjónarmiði. Tá filmurin varð vístur á Sundance Film Festival í Utah í januar, skrivaði ein ummælari á blogginum við stuttliga heitinum Off To See The Elephant eins positivt um filmin. Hetta er triði filmur í spælifilmslongd, sum Sarah Polley hevur gjørt. Filmsrøðin DOXBIO hevur eisini ein føroyskan profil á Facebook. Far og hygg. Tað fari eg.