Skip to main content

Jóna og Guðrið í Focus



Listakvinnurnar Jóna Rasmussen, ovast, og Guðrið Poulsen fara fríggjadagin 5. apríl kl 16:00 at sýna fram í Galerie Focus.

Jóna Rasmussen er grafikari og listamálari og hevur síðan 1991 sýnt fram í Føroyum, Danmark og aðra staðni við. Fyrstu serframsýningina hevði hon í Listaskálanum í 1999. Íblásturin til myndirnar fær hon millum annað úr náttúruni, frá sjómanslívinum og frá tónleiki. Elementið er ofta vatn og hon ger eisini abstraktar myndir. Tann svart/hvíti grafikkurin stendur sterkur, men eisini grafikkur og málningar í litum, ofta í bláum og turkis, standa sterkir við hennara sermerktu strokum.

Guðrið Poulsen er keramikari og hevur síðan 1986 sýnt fram í Føroyum, Týsklandi, Norðurlondum, USA og aðra staðni. Hon er tann fyrsti føroyingurin sum arbeiðir professionelt við keramikk. Hennara verk fevna um gagnlist til listaverk á høgum støði. Hennara skulpturar eru, í formi og liti, hugmyndir av náttúruni.

Framsýningin hjá Jónu og Guðrið er opin til 18. apríl, týsdag til fríggjadag kl 15:00 til 18:00, leygardag kl 16:00 til 18:00. Eisini er opið eftir avtalu, sigur Marianna Norðoy, sum rekur Galeri Focus.