Skip to main content

KOKS er besta bókin


Bókin KOKS um samnevndu matstovuna á Hotel Føroyum, hevur fingið virðisløn í Danmark frá Foreningen for Boghaandværk sum besta fakbók. Omanfyri skrivar høvundurin, Bent Christensen, í bókina, tá hon varð løgd fram á Hotel Føroyum 4. desember 2012. Niðanfyri er myndamaðurin, Claes Bech-Poulsen, avmyndaður við sama høvið, og niðri undir sæst brævið við boðunum um heiðurin. Sum skilst, er ætlanin at senda bókina KOKS út í heim til Stockholm, Frankfurt og Leipzig. Allar niðast sæst meistarakokkurin, Leif Sørensen, sum er kjarnin í bókini.