20.4.13

Kreativa Klaksvík



Fríggjadagin var starvsfólkatútferð úr Námi til Klaksvíkar. Orsøkin var at telduskipanin varð løgd um, so øll starvsfólk og teirra teldur nú eru á Landsneti við felags funkum og goymslum. Eftirsum tøknin lá deyð henda dag, so hevði stjórin, Magnus, við góðum stuðli frá Marjuni, skipað fyri fakligari útferð til fiskivinnuhøvuðsstaðin í norði. Við Katrini Ottarsdóttir og filminum Atlantic Rapsody - 52 myndir úr Havn (1989), havi eg sett mær fyri at finna eins nógvar myndir úr Klaksvík. Tveyoghálvtrýss.


Dagurin byrjaði í besta ljósi, meðan Fuglajarðarprestur, Anne Mette Greve Klemensen, las egnan morgunlestur á klingandi góðum føroyskum máli. Morgunsálmurin var eftir døkka Kingo í ljósastu útseting, Nú rennur sólin frí úr Eysturlondum.



Í Sundalagnum sæst sólin og skuggin. Kavi er í fjøllunum, ísakalt er í skugganum, men heitt er í sólini.



Her gekk eg í realskúla og leyk prógv í 1975. Tá var skúlin minni, men næmingarnir komu úr nógv størri øki, m.a. eisini úr Kollafirði.



Úr bussinum er mangt forvitnisligt at síggja. Serliga í Leirvík, har lítli vitin nú stendur dygst við vegin, og ikki minst margháttliga hoyggjhúsið, ið strembar mót hægri hæddum undir Sigatindi.



Komin til Klaksvíkar síggja vit harmleysa húkin, sum nú er fallin til ró, og bara er har og ímyndar inngongdina til fiskivinnubýin Klaksvík. Hvat tá?


Í morgunljósinum ganga vit út eftir Klaksvíksvegnum og skulu eta morgunmat í gomlu hølunum hjá Joensen og Olsen, tað er Gamla Seglhúsið, beint við gamla Seglvirkið, sum sæst niðanfyri.


Í heimaru húsunum, Seglhúsinum, tekur fryntliga Jastrid Gullaksen ímóti. Hon er leiðari á reklamuvirkinum Grafia. Í túninum standa morgunkaffitystu starvsfelagarnir úr Námi.


Longu í durinum merkja vit nýggja stílin í Gomlu Seglhúsunum. Vælvaldar søguligar myndir heilsa okkum vælkomin, og klædningurin er heitur og kenst ektaður, um enn nýggjur. Á niðaru myndini, sum er ein søgulig reklama fyri bjargingarvestar, sæst Luddi, sum er pápi Toda og Elsebeth Jónsson.


Jastrid hevur gjørt fleiri bøkur á Grafia, sum til dømis hin litfagra Lætt og leskiligt og Føroysk skipasøga, sum varð løgd fram á Sjómannadegnum, og lýsir modell av bátum, sum Hans Jákup Fuglø hevur gjørt. Og beint uttanfyri er sjógvurin, vágin og bátarnir. Tað er bara at opna gluggan, so ert tú partur av organisku eindini, mitt í Klaksvík.





Á loftinum í nýggja Grafia hevur maðurin, Símun Gullaksen úr Hattarvík, innrættað seg við hugnaligari stovu við heimligum navnabrettum og heimagjørdum amboðum og vápnum, sum eitt nú byrsan, ið ein maður av Húsum gjørdi.






Og enn eru vit ikki komin longur enn til morgunmatarborðið, sum stendur prangandi litfagurt í arbeiðshølunum í Grafia, gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Niðasta myndin er úr kjallaranum, har eg fari at skjóta upp at countryklubbin savnast til næsta aðalfund í Smápartafelagnum Kúfóðuri.




Eftir morgunmat og grafiska uppliving við sjóvarmálan í Seglhúsinum, fara vit heim í Christianskirkjuna, har Tom Egelund, konservator frá Nordisk Konservering í Danmark, greiðir frá um stóru og sjáldsamu ætlanina at restaurera altartalvuna hjá Joakim Skovgaard frá 1901, sum skal verða liðug síðst í mai mánaða. Christianskirkjan verður 50 ár 7. juli í ár.


Hetta er fyrsta ferðin eg havi nomið við eina altartalvu. Hetta er niðari partur av talvuni, sum eins og ovari partur fevnir um 30 fermetrar av myndlist og vigar 400 kilo.


Her er ovari partur av altartalvuni. Á niðaru myndini síggjast holamynstur, sum Skovgaard hevur brúkt í 1901 at meta seg eftir, hvar ymsu figurarnir á risastóru myndini skuldu vera.



Niðanfyri síggjast tríggjar kvinnur frá Nordisk Konservering í Danmark, sum arbeiða við ovara parti av altartalvuni á loftinum í Christianskirkjuni.



Dorit er so himmalsfegin at síggja eitt dømi um eina verkætlan, ið er frammanfyri tíðina, nú vit eru til altars í Klaksvík. Og jú, í løtuni er tað greitt at vit verða liðug fyrr enn ætlað, sigur Tom vælnøgdur.


Eftir kirkjugongd ein friggjadag í telduloysi, fara vit yvir um gøtuna til bryggjaríið, sum Símun í Vági stovnaði í Tunghúsinum í Vági í 1888. Nú eru onnur, størri og meiri tíðarsvarandi høli á Fornagørðum, har sum Ullman Knudsen lýsti við orðunum: 'På Fornagarðsgader, i byens eneste skyskraber, kan man købe blomster og plader'.


Annika Waag tekur ímóti og greiðir í trappunum frá um grundprinsippini í nútímans ølbrygging, og hvussu litur, skúm og smakkur kunnu setast saman í eina floygda og listarliga eind.


Straks leggja vit til merkis øll tey vælvaldu ensku sitatini, sum er sett á tangar og trappur. Hetta er eitt eyðkenni í Klaksvík. Ein rúgva av enskum sitatum. Her er tað ein ávaring á hála gólvinum hjá Føroya Bjór, um at edrúiligheit er fín, men best í smáum mongdum.


Høvið er at síggja fleiri søguligar lutir úr søguni hjá Føroya Bjór í Klaksvík. Her er tað ein gamal, støvutur Føroya Pilsnari.


So fara vit yvir um Klaksvíksvegin og inn har, sum bæði slaktari og bakari var fyrr í virknu Klaksvíkini. Nú hevur Føroya Bjór smakkirúm her inni. Og sum sæst á pappírinum er tað ein hægri vísund, at meta um smakk, eisini í ljósum pilsnarøli.



Smakkiroyndin endaði við spurnarkapping og trúgvi hvør, ið trúgva vil, okkara kæri starvsfelagi Árni vann kappingina, tí hann hevði øll svarini røtt. Men bara rólig, hann læt vinnarakassan frá Føroya Bjór víðari til Gundur, sum er ein annar góður starvsfelagi.


So gekk leiðïn enn longur út eftir Klaksvíksvegnum, framvið Klaksvíkar HF skeiði úti í Víkum. Á arbeiðsplássinum hava vit ein vegg, har vit seta fotomyndir av sjáldsamum føroyskum bygningum. Hetta er avgjørt ein teirra, so sjáldsamur, at ljótt og vakurt í hvørgum føri gevur meining.


So út í sjálva Klaksvíkina at møta Andrasi Sólstein í Klaksvíkshandlinum, sum so livandi greddi frá um Norðoya Fornminnissavn og øll teim lutum og skjølum, sum har eru.


Og so útum og uppá í ovaru hæddina, har søguliga Apotekið var. Eini forvitnislig og væl varðveidd høli, har havnamaðurin Magnus á Kamarinum gjørdi listarliga loftið.




Men nýggjar tíðir eru eisini umboðaðar á savninum. Her er tað ein lap top telda frá Compaq, sum ComData hevur latið savninum. Hon er tó so tung, at hon illa kann kallast berbar.


Nýggjasti savnslutur er eitt modell av Viðoynni, sum upprunaliga varð bygd í Svendborg í 1936. Eitt skifti átti Føroya Bjór skipið, sum tá fraktaði øl og sodavatn um alt landið. Hans Jákup Fuglø gjørdi modellið á myndini niðanfyri.


Seinasta punkt á Klaksvískskránni henda gudagivna fríggjadag var Íverksetarahúsið hjá Rana Nolsøe, sum hevur til húsa í skrivstovuhølunum hjá J.F.Kjølbro.


Skrivstovubygningurin hjá Kjølbro er varðveittur, so sum hann altíð hevur verið, men á rútarnar, sum skilja rúmini, eru altskyns hugvekjandi sitat skrivað. Fyri endavegginum, sum er ein málningur eftir Edward Fuglø, sæst Magnus, og til vinstru er Jákup í holtur við at seta á borðið, meðan Rani bíðar tolin í skugganum.


Í flest øllum rúmum er eitt talv sett saman við hugskotum frá føroyskum íverksetarum. Omanfyri er tað báturin hjá John Smith, sum í øðrum borði er snellubátur og i hinum borðinum línubátur. Ein krossingur millum gomlu Esther og modernaðu Fugltúgvuna. Og so er kick off, tí nú er fyrilestur.


Rani leggur fyri við grundleggjandi spurninginum at hava tørv á einum arbeiði. Nonchalant, eitt sindur ertandi, í hvussu er, tá meginparturin av áhoyrarunum eru lærarar, hugleiðir hann um at seta í verk og spreinga karmar, sum oftast eru stirvnir og fýrakantaðir.


Avbjóðingin er, um skúlaskipanin bara skal gera næmingin kláran til hægri lestur á universiteti, ella um skúlaskipanin skal gera næmingin innovativónskláran. Ein frálíkur fyrilestur við eini risastórari avbjóðing til fólkaskúlan og miðnámsskúlan. Og so var døgurði. Her lá nógv á, tá vit søkklæðin av upplivingum fóru aftur til Havnar.