Skip to main content

Mentanarloysi


Streymandi Føroyar liggja í mentanarloysi. Tann, sum ikki vitsti tað, veit tað nú. Meðan Kon-tiki manningin í Havnar Bio rekur á flaka á opnum havi í hundrað og ein dag, so hava landsins fremstu embætisfólk roynt tað sama á hundrað og tveimum blaðsíðum í hundrað og tjúgu dagar. Fyrra manningin telur seks og hin seinna átjan. Fyrra manningin hevði eina visión. 66 ár seinni hevur okkara manning onga visión á mentanarøkinum. Jú, eitt embætisligt mentanarráð, gamaní. Fýra ár eru fráliðin síðani akkurát sama kanning varð gjørd, fyri at fortelja okkum fastbúgvandi, hvat skal til at fáa onnur í útlegd at koma aftur og skapa trivnað. Nú sama kanning er gjørd á øðrum sinni, og tað er ikki av Reyða Krossi, ella øðrum vælgerandi felagsskapi, sum virkar uttan kostnað, so fari eg sum borgari í hesum landi at seta mótkrøv, tí hesi fólk eru farin at spæla sær við 700 av mínum framtíðarmilliónum. Eg fari at byrja við tí, sum hevur mín mesta áhuga. Tí eg veit, at mong, heilt mong, hava lisið endaleysar variantar av formidling og miðlavísund. Hvar eru tykkara góðu útvarpssendingar, sjónvarpssendingar og blaðgreinar, sum gera tað betri at liva í Føroyum? Og tit mongu, sum hava lisið mentan av øllum handa slag, hvar er eitt leikhús við nýggjastu leiklist? Og øll, ið hava lisið tónleik - hvar eru spælistøðini? Vísið mær bara eitt fungerandi spælistað í øllum landinum! Juristarnar orki eg ikki eingang at hugsa um. Her sær svart út, skulu bara álit og ætlanir skrivast av løntum embætisfólki, og hvørki virksemi ella avrik, sum gera tað liviligari í Føroyum, síggjast aftur nakrastaðni. Og á síðu 83 fái eg nokk. Har verður mín sann mælt til at seta enn ein stýrisbólk. Fyri mínar almennu pengar. Eg trúgvi ikki mínum egnu eygum. Men har stendur tað, undir øllum aðalstjórunum. Mælt verður til at seta ein stýrisbólk. Hetta vildi eg ynskt, at eg aldri læs. Í hvussu er ikki sum borgari í hesum landi.