Skip to main content

Oggi spinnur lagnulist í Focus


Fríggjadagin 26. apríl kl 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Oggi Lamhauge upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. 

Í tíðindaskrivi frá Galerie Focus verður sagt, at myndevnið á framsýningini hjá Oggi er Silvurtráðurin, sum er mynd av stokkutum og hvørvandi lívi, sum saman við gullskálini, krukkuni, hjólinum og dusti er partur av Prædikarans lýsing av lívinum. Tað fyri okkum virðismikla, men sum ferst, tá vit fara hiðani og aftur til har vit komu. 

Onnur lýsing er um Nornunar, ið sita við Urðarbrunn undir lívstrænum Yggdrasil í Ásgarði. Hvørja fer eitt barn verður føtt, eru nornurnar til staðar fyri at avgera lagnu tess. Tær spinna, máta og klippa lívstráðin hjá bæði fólkum og gudum og hava bókstavliga allar lagnur um hendur. Hvør einstøk lagna verður spunnin á handsnældu. Nøkur fáa stórt noða og harvið langt lív, hjá øðrum slitnar tráðurin í fyrra lagi.

Framsýningin við heitinum Silvurtráðurin hýsir smærri og størri innsetingar í kassar og kassarammur, sum allar eru sprotnar úr heitinum á framsýningini. Tilfari spennir víða, frá sandi og pappíri og til silvur og málað træ. Framsýningin er at skilja sum eitt náttúruligt framhald av eini støðugari listarligari tilgongd, frá grafiskum útrykki til innsetingar list, LandArt og skulptur. Eitt gjøgnumgangandi tema er í listini, nevniliga: gróðurin, lívstræðrir og lívið hinumegin deyða og grøv.

Oggi Lamhauge (f. 1971) er útbúgvin grafikari á Listaháskúla Íslands árini 1993-1997, og hevur framsýnt her á landi og uttanlands. Hann hevur saman við øðrum gjørt prýðisuppgávur og hevur sjálvur gjørt altartalvuna í Hattarvíkar kirkju, ið varð handa kirkjuni í 2001. Hann gjørdi verkætlanina Ringrás, sum varð ein umhvørvislistarlig, verkætlan, LandArt, sum innihelt eitt verk um mánaðin í eitt ár í ávísum innandura rúmi. Saman við hesi verkætlan kom bók út við sama heiti - eitt slag av dokumentatión fyri verkætlanina og samstundis ein listarligur liður í verkætlanini.

Listamaðurin hevur umframt hetta fingið trý ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins og av somu grund gjørdi Kringvarp Føroya eina portrettsending, Ringrás, um listamannin og listarliga virksemi hansara. Tá hevði eg samrøðu við Oggi, Myndir skornar i minnið, í Dimmalætting.

Framsýningin hjá Oggi í Focus er opin til 9. mai, soleiðis: týsdag til fríggjadag kl 15 til 18, leygardag kl 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu, sigur Gallerie Focus í tíðindaskrivi.