13.4.13

Seyður


Í skiftandi ljósinum fram við Syðradalsvegnum er altíð okkurt spennandi at síggja. Hesa ársins tíð, dagin fyri summarmáladag, er kappingin at spotta lomb, sum tey siga á nútíðarføroyskum. Men enn er nakað tíðliga. Tykist, sum ærseyðurin bara stendur og bíðar við vegin.


Hugtakandi at koyra mitt í náttúruni og skoða seyðin í skiftandi liti. Mittasta ærin, aftast niðanfyri, er so púra paff, at hon bara gapar.


Hvussu ymsar tær eru í liti, taka tær seg altíð væl út, tá támið rullar aftanfyri.


Neyvan er nakað myndaevni vakrari, enn tá ein glæma frá sólini stavar beint á eina ljósa ær við høgum klettum í baksýni.