14.4.13

Sligin slagari


Mótstøðufólk hjá Margaret Thatcher hava skapt ein nýggjan og tó 74 ára gamlan slagara, sum við fullari ferð leitar upp eftir almenna sølulistanum, The Chart Show, á Radio 1 hjá BBC. Nú The Iron Lady andaðist, hava mótstøðufólkini brúkt Twitter og Facebook at blæsa lív í Ding Dong the Witch is Dead, sum Judy Garland sang í filminum The Wizard of Oz (1939).



Mikudagin verður Thatcher borin út úr St Paul’s Cathedral í London. Mótstøðufólkini syngja longu í bretsku gøtunum og BBC leiðslan heldur, at støðan er so niðrandi, at tey hava sett bann fyri sanginum, hóast hann er seldur og tikin so ofta niður av netinum, at hann av røttum eigur at verða ovast, ella í minsta lagi heilt ovarlaga, á almenna bretska listanum yvir seldar sangir. BBC boðar tí frá, at í dag verður bara eitt lítið brot at hoyra úr sanginum. So verður ein tíðindastubbi lisin inn yvir sangin, har greitt verður frá um støðuna og samanhangin. Tað er ikki fyrstu ferð at BBC sensurerar innihald í tónleikasendingum. Her er fráboðanin frá BBC: