Skip to main content

Thomas Arge til keyps


Fríggjadagin 5. apríl kl 17:00 letur upp framsýning í hølunum hjá Steinprenti á Skáltrøð í Havn við blýantstekningum, tussjtekningum, litkritatekningum og vatnlitatekningum eftir Thomas Arge (1942-1978).

Allar tær stívliga hálvthundrað myndirnar eru til sølu.

Sum myndlistamaður gekk Tummas Arge sínar egnu leiðir og grundaði sín egna sera persónliga stíl. Hóast hann doyði ungur, einans 35 ára gamal, náddi hann at skapa eina røð av stórfingnum oljumálningum, ið umboða eitt nýtt frambrot, áður ósæð í føroyskari list. Tummas leitaði inn í bjørgini og skorarnar og upp á tindarnar. Hann vísti eitt áður ósætt dirvi, og kom at gera myndlist okkara ríkari og fjølbroyttari.