Skip to main content

Til lukku, Jóanes


Í dag verður Jóanes Nielsen 60 ár. 25 ára gamal gava hann í 1978 út fyrstu bókina, sum var yrkingasavnið Trettandi mánaðin. Nýggjasta bókin er skaldsøgan Brahmadellarnir. Umframt mongu yrkingasøvnini, hevur hann givið út fýra skaldsøgur, stuttsøgusavn, greinasøvn og skrivað sjónleikir. Jóanes fekk Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens í 1984 fyri Pinnabrenni til sosialismuna og í 2012 fyri Brahmadellarnar. Fyri leikin Eitir nakað land Week-End fekk hann norðurlendsku leikritaskaldavirðislønina í 2001. Mentanarvirðisløn landsins fekk hann í 2011. Jóanes hevur fleiri ferðir verið skotin upp at fáa Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Eg ynski honum til lukku við níggju myndum, sum eru tiknar við ymisk høvi, har vit hava møtst. Í Meiarínum, tá filmurin Sporini vaksa úr orðum varð frumsýndur í 2009, úr Skeivapakkhúsi, tá Jóanes fekk M.A. Jacobsen virðislønina og á bókamessu í Gøteborg í fjør, og tá Mentanarvirðislønir Landsins vórðu handaðar fyrrárið.

Hjartalig til lukku við 60 ára degnum, Jóanes!