Skip to main content

Amariel í Focus


Glaði málarin úr Klaksvík er aftur í Focus. Hesar báðar myndirnar tók eg fyri jól úti í Lambagerði í Havn, tá Amariel fyrireikaði listaframsýning í Leikalund í Klaksvík. Í ár eru tíggju ár liðin síðani Marianna Norðoy læt upp Galerie Focus í høvuðsstaðnum, fyrst í Gríms Kambans gøtu og so úti í Lambagerði. Tíggjuáraskeiðið verður hátíðarhildið fríggjadagin klokkan 16, tá Amariel letur upp málningaframsýning.


Galerie Focus boðar frá í tíðindaskrivi, at á framsýningini vera málningar, akvarell/pastellir og litografiir (steinprent). - Tað er eyðsýnt, at tað myndlistaliga avrikið hjá Amariel Norðoy staðsetur hann, sum ein av teimum mest viðkomandi í føroyskari nútíðarmyndlist, ektaður - eldhugaður, og kærleikin til ta føroysku náttúruna tryggjar útstrálingsmegina í hansara myndum. Evnini til endurnýggjan síggjast týðulig á hesari framsýningini, verður sagt í tíðindaskrivinum afturvið myndini niðanfyri.


Holgar Jacobsen fer at syngja og spæla gittar, tá latið verður upp í Galerie Focus fríggjadagin. Framsýningin er opin til 8. juni, týsdag til fríggjadag kl 15:00-18:00, leygardag kl 16:00-18:00 og eisini er opið eftir avtalu, sigur Galerie Focus í tíðindaskrivi. - Og lat meg siga tær eitt, sigur Amariel, meðan hann telur taktirnar á triðu jólamyndini niðanfyri: Tað er altíð vert at lurta eftir einum góðum blues hjá Amariel í Focus!