Skip to main content

At hoyra brak og liggja brakk



So er aftur lyfti um brak. Hesuferð er tað Sosialurin, sum við sjeytummaseymi lovar brak í Parkini í Keypmannahavn, har Jens Marni skal hita upp fyri Bon Jovi. Helst verður tað ein rimmar konsert og samstundis eitt frálíkt høvið hjá Jens Marna at trúna og trýna á pall fyri túsundum av áhoyrarum, ið fyrst vilja hoyra amerikansku stjørnuna, men sum í tónleikastíli als ikki er so langt frá Jens Marna. Tí er hetta ein heppin støða. Til lukku við tí, Jens Marni! Men aftur til fjølmiðlaða brakið.


Fyrr í ár varð Mika kunngjørdur sum ársins poppbrak á Vágsbøi 2013, men Voxbotn í Havn sigur at longu 29. juni verða Nik & Jay árins brak í Føroyum. So brakið er líkasum upptikið. Og fyrr hava verið onnur popp- og rockbrak, ella eitir tað brøk? Og ikki um at tala tá toppdystir av øllum handa slag eru á bygd og í bý, so lova tey brak. Eitt brak av einum dysti. Kom, hygg og hoyr - tað brakar. Ja, venjarin hjá Stjørnuni lovaði ársins brak í apríl fyrrárið.


Best sum eg helt at hugtakið brak var vælsignað av felagnum Føroysk Marknaðarfólk, og bar í sær nakað nýtt og feskt, við innbygdum lyfti um at hoyra akustikkin í feskum brakið, tí viðurin er turrur, kanska tikin úr gomlu kirkju í Gøtu við íbygdum tjørudeymi við sjóvarmálan, so verður lýst við sonnum rocklegendum, sum slettis ikki braka: Joe Lynn Turner, Bobby Kimball og Bill Champlin. Hví braka teir ikki? Er tað kanska tí, at teir liggja brakk?