Skip to main content

Blanda bomm í 30 ár


So eru stundir at ynskja Norðurlandahúsinum hjartaliga til lukku við tríati ára degnum, sum er í dag. Áttandi stjórin, Sif Gunnarsdóttir, heilsar so hjartansfegin í 30 ára blusu framman fyri Norðurlandahúsinum, har Blue Coat spæla swing í mjørkanum á tekjuni.



Húsið bleiv til við norðurlendskum stuðli í 1983 eftir uppskoti frá Erlendi Paturssyni í 1971. Torbjørn Olsen hevur málað Erlend, sum hongur í Dansistovuni í hesum døgum. Av fyrstan tíð hugsaði Erlendur um eitt sjónleikahús, men mangt broyttist, arkitektakapping varð fyriskipað og eg minnist at nordisturin og løgtingslimurin, Demmus Hentze, segði, at bara ein atkvøða var á muni, tá avgerðin varð tikin at byggja Norðurlandahúsið í Føroyum. Men so kom sólin fram.


Húsið bleiv til stutt eftir at grannhúsini hjá Útvarpinum vórðu tikin í brúk, og onkuntíð havi eg hoyrt arkitektar kallað hesar báðar bygningarnar, sum báðir boðaðu frá nýggjum tíðum í Føroyum, the Beauty and the Beast. Hvør er hvør, er sjálvandi upp til eygleiðaran at meta. Og ikki var tað uttan týdning at nýggja Hotel Føroyar eisini varð bygt við Oyggjarvegin hetta árið. Í eitt altjóða arkitektablað komu eisini húsini hjá Tróndi Paturssyni í Kirkjubø. So jú, í 1983 dagaðu einar nýggjar Føroyar í havsbrúnni. Einar Føroyar, sum høvdu nokk at gera við at rysta kalda kríggið av sær og girað seg til eina framtíð við sjónvarpi og nýggjum altjóða mentapalli, men enn uttan egnan mentapolitikk.



Í frálíka tíðarritinum Brá (1983/3) spurdu Eyðun Andreassen og Astri Luihn, um nýggja Norðurlandahúsið fór at verða ein koddi hjá komandi mentamálaráðharrum, sum ongan mentanarpolitikk høvdu at halda seg til, men bara brúktu saldering. Tjúgu ár seinni fekk eg sjálvur høvið at spyrja Eyðun, um húsið bleiv tann koddi, hann hevði spátt. "Jú og nei", segði hann. "Fyri almennu Føroyar bleiv húsið ein koddi, men fyri virknar einstaklingar, sum Ólav Hátún og Kristian Blak, bleiv húsið ein nýggjur og mennandi pallur við nýggjum møguleikum", segði Eyðun í pallborðsorðaskifti í Klingruni í 2003. Teir báðir eru avmyndaðir í dag.



Í tveimum førum varð røðuevnið í dag tikið úr hesi somu 30 ára gomlu Brágreinini um mentanarliga koddan. Røðan hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, var sjáldsama góð og mentanarliga forpliktandi.


Men stjørnan, umframt húsið og nýggja stjóran, sum eftir fýra mánaðum helt eina hjartaliga føroyska røðu, var Anfinnur Heinesen, sprechthallmeister og sponsorkunngerðari.


Í dag fekk Eyðbjørg Kass eisini eina heilsan og blómutyssi, tí hon hevur arbeitt í Norðurlandahúsinum síðani tað lat upp í 1983.


Norðurlandahúsið hevur spurt, hvat tær dámdi best hesi 30 árini. Tað er vónleyst at siga, tí her hevur verið so nógv og so ymist. Men nakað, ið skarar framúr í minninum, er Listastevna Føroya og tað inspirerandi samarbeiðið, sum var millum íslendska stjóran, Helgu Hjörvar, og forkvinnuna í stýrinum fyri húsið, Karina Kjølbro. Eg fekk høvið at vera mitt í rokanum. Tá var stuttligt at uppliva amerikanska miðaldar- og tó hypermodernaða performance bólkin Sequentia framføra Edda, Eddukvæði á norrønum máli við minimalistiskari no-uppseting hjá Ping Chong, sum júst hevði verið frumsýnd í Lincoln Center. Akkurát vølvan, ið ber fram eitt orðaleyst kvæði við handrørslum, sum var hon ein flogterna, ið vísur okkum neyðugongdirnar og biður okkum binda okkum í, er sterkasta uppliving, mær kemur til hugs øll hesi árini í Norðurlandahúsinum.



Umframt eitt prangandi mentanarhús, ið sum hitt einasta kann spæla við vøddunum og gera mun í mentanarliga landslagnum her á landi, er mjúki álvaheyggurin nú eisini ein ráðstevnumiðdepil. Pallurin er tykkara og brúkið hann nú so væl. Til lukku við virkseminum í 30 ár, Norðurlandahúsið í Føroyum!