Skip to main content

Emil úr Lønnebergi 50 ár



Í kaffisteðginum í dag serveraði okkara smílandi starvsfelagi, Søs Debess, festliga køku afturvið seinnrapartskaffinum. Orsøkin var, at heimsins elsti kúllur og smádrongur, sum lukkutíð aldri bleiv eldri, fylti 50 ár í dag. Tað er Emil úr Lønnebergi, sum Astrid Lindgren (1907-2002) fann uppá í stuttligu søgunum, sum eru týddar til øll heimsins mál, eisini føroyskt.

- Emil er ikki illavorðin, bara eitt sindur óheppin við hvørt. Fyri tað mesta er hann bara ein lívsglaður drongur, og so hevur hann eitt so sera gott hjarta, sum bankar fyri rættvísi og teim smáu í samfelagnum, sigur Søs, ið sum fáur hevur innlit í norðurlendskar barnabøkur.


Klikk her, so sært tú, hvussu gekst, tá Emil fekk sodavatn til dagin og vegin! Til lukku, Emil, og manga takk fyri køkuna!