21.5.13

Googlekaffi


Aftur við Wulff Morgenthaler skeinki eg hvønn morgun kaffi í Googlekrússið. Tað kom frá bókatoyminum, sum í Mountain View í California skannaði allar føroyskur skúlabøkur hjá Námi inn í eina telduskipan, púra ókeypis. Eins ókeypis kunnu somu bøkur lesast á heimasíðuni hjá Námi. Í dag var serliga hugaligt at drekka Googlekaffi afturvið tíðindunum um, at nú eru tey, sum fáast við Google Maps, landakort og býarkot um allan heim, farin av gøtunum, og inn á søvnini í stóru býunum undir heitinum Google Art Project. Á telduni ber til at fara á søvn úti í heimi, til dømis danska fornminnasavnið. Sum brúkari kanst tú sita heima og vitja eitt savn, sum kanska er langt burturi í øðrum londum, ella leggja til rættis eina ferð við skúlanæmingum á júst hesum savni. Samstarvið gongur báðar vegir. Í fólksins navni ber eisini til at senda Google upplýsingar um føroysk søvn, og sjálv ella sjálvur leggja út allar upplýsingar um savnið, so sum hin vitjandi sær tað. So hvør veit, kanska verða Listasavnið og Søvn Landsins á netinum hvørja løtu, fyri onga rokning yvirhøvur. Enn sum áður má eg bekenna meg sum Googlemann. Gott kaffi í dag!