14.5.13

Kapping um happing


Í hesum døgum er kapping um happing. Tú skalt lurta væl í útvarpinum hesa vikuna, at skilja munin á evropeiskari tónleikakapping og føroyskari fólkahapping. Á Facebook eru grannvaksnir lærarar, ið eisini hava klakt aðrar lærarar, ið happa, so tað stendur eftir í. Alment peika teir á ein, sum fær eyðknevnið høvuðshapparin á Læraraskúlanum. Git mær tað!


Á sama fólksliga tingstaði, Facebook, fær mest lisni føroyski netstaður, Portalurin, ákoyringar fyri ikki at skriva landanøvn rætt. Kikarin kann stillast so vit straks finna orsøkina at peika í skúlagarðinum:



Og straks er ein medkjakari, ið tekur evnið upp og kann hanga ikki bara eitt spjaldur, men fleiri spjarrandi spjøldur um krikan á rukkuni, innan hon verður kjølhála:


Happing er vorðin ein føroysk fólkaítrótt, serliga fyri tilkomnar lærarar og fyrrverandi ungkommunistar í útlegd. Ivaleyst kenna teir seg allir sum rukkan umborð, nú eingin saknar teir eftir at múrurin fall og rættstaving í fjara heimlandinum livir sítt egna fríska lív. Mest áhugaverdu eygleiðing um hetta evni hevur Kim Simonsen, sum við støði í Mit gamle stamværtshus hjá Dan Turéll tekur saman um happing í heimliga skúlanum á Strondum:


Men gott er, ja vælsignað, at ein ung føroysk skúlagenta, Laila Neshamar, niðanfyri til vinstru, alment kundi varpa ljós á hetta álvarsliga evni, sum føroyski fyrndarskúlin er so befongdur við. Sum Eva Koch segði við listaligu installasjónini Evergeen í Syðradali í 2006: Til havs við happing!


Mynd: Kári Olsen