Skip to main content

Lesbiskur vinnari í Cannes


Abdellatif Kechiche, sum er føddur í býnum Tunis í Tunesia í 1960, hevur í kvøld fingið Gylta Pálman, Palme d’Or, fyri filmin La Vie D'Adele Chapitres 1 et 2 (Blue is the Warmest Colour). Steven Spielberg, sum sæst aftanfyri, er formaður í dómsnevndini. Vinnandi filmurin hevur skapt kjak í miðlunum. Í somu viku, sum loyvt varð samkyndum at giftast í vertslandinum, Fraklandi, var fagnaðurin í Cannes serliga stórur, tí drúgvi og opinskáraði franski filmurin snýr seg um kærleika millum tvær kvinnur. Tær eru fronsku Léa Seydoux (f. 1985) og Adèle Exarchopoulos (f. 1993). Hetta er sætti filmur, Abdellatif Kechiche hevur leikstjórnað.



Bretska avísin The Guardian skrivar í kvøld úr Cannes, at hetta var ein hóskandi endi á vikuni. - The film, which boasts a much-acclaimed duo of lead performances, some remarkably explicit sex scenes and a vast running time went into the final furlong as critics' favourite to take the Palme d'Or. That it made good on those odds meant that the film which preceeded it as top tip – the Coen brothers' Inside Llewyn Davis – instead went home with the Grand Prix (runner-up prize). Danski ummælarin Bo Green Jensen skrivar í dag: Cannes Dag 12. Guldpalmen til La Vie d'Adèle, festivalens coup de coeur, som tog snart sagt alle med storm, da den kom ud af det blå på Dag 8. Juryformand Steven Spielberg motiverede prisen, der omfattede både instruktøren Abdel Kechiche og skuespillerne Lea Seydoux og Adèle Exarchopoulos, som bærer den tre timer lange, på alle måder medrivende skildring af to kvinders kærlighedsforhold.